Landssjúkrahúsið
Útgivið
25. marts 2024
Útgongur
27. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Til Reingerð, Vaskaríið, Goymsluna og Køkin á Landssjúkrahúsinum

Tænastudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðum í juni, juli og august 2024. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið.

Vit vænta, at umsøkjarar hava:

  • Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
  • Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
  • Dáma at hava nógvar ymiskar uppgávur

Umsóknarfreistin Send tína umsókn skjótast gjørligt og í seinasta lagi 15. juni 2024. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

  • Vinarliga søk starvið til Reingerð her
  • Vinarliga søk starvið til Goymsluna her
  • Vinarliga søk starvið til Køkin her
  • Vinarliga søk starvið til Vaskaríið her

Um størvini:

Reingerð og borðreiðing á sjúklingadeildum
Vit eru partur av at borðreiða bæði morgunmat, døgurða, millummála og nátturða til sjúklingar. Tað inniber, at tú kemur tætt uppá og hevur eitt ávíst samskifti við sjúklingar.

Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um reingerð av sjúkrastovum, skrivstovum, viðgerðarhølum og øðrum økjum á ymiskum deildum á Landssjúkrahúsinum. Arbeiðstíðirnar kunna vera ymiskar, og eru tær millum kl. 7 á morgni og kl. 20 um kvøldið. Arbeiðstíðin er áleið 32 tímar um vikuna. Vikuskiftisvaktir eru 3. hvørt vikuskiftið, kann koma fyri, at arbeitt verður 2. hvørt vikuskiftið.

Nærri fæst at vita um størvini í borðreiðing og reingerð, við at venda sær til Súsannu Nolsøe Dahl, menningarsamskipara á tlf. 234660 millum kl 8-14 gerandisdagar. Tú kann eisini skriva til susanna.nolsoe@ls.fo

Lønar- og setanartreytir: Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Vinarliga søk starvið til Reingerð her.

Sí lýsing her

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið