Lýsing
Námsfrøðingur til Hósvíkar skúla
Søkt verður eftir námsfrøðingi í tíðaravmarka starv skúlaárið 2026/27.
Hósvíkar skúli er ein grunddeildarskúli við næmingum úr 1.-3. flokki. Á skúlanum starvast umframt fyrstilæraran, 1 lærari og ein námsfrøðingur.
Um starvið:
- Stuðlin kemur at arbeiða í tøttum samstarvið við leiðslu, førleikastovuna í SVS og flokslærara hjá teimum næmingunum, ið hava tørv á stuðli.
- Tann, ið verður settur, kemur harumframt at arbeiða við eini inkluderandi skúlamentan og skapa umstøður til at luttaka í vanligu undirvísingini.
- Stuðulin kemur eisini at arbeiða við Betri vinum átakinum.
- Tað er av týdningi, at tann í setta dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd.
- Og hevur ein jaligan hugburð til arbeiðið og næmingarnar.
Tann, ið settur verður, skal:
- Hava áhuga fyri at arbeiða í grunddeild
- Undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
- Duga væl at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
- Fyrimunur er, um tann ið søkir hevur royndir í forskúla, frítíðarskúla ella fólkaskúlanum
- Verða fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
- Vera stundisligur og nærlagdur
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv við setanarbrotið áleið 0.5 og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Størvini verða flokkað í 13, 15, 17, 19, 21 og 23. Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-9.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Um skikkaður námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. juni kl. 12.00.
Umsóknir verða sendar til:
T-postur: Hos@skulin.fo
Ella:
torgerd.joensen@skulin.fo
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja á tlf. 297258.