Sands skúli
Útgivið
25. maj 2026
Útgongur
15. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært

Lýsing

Til skúlaárið 2026/2027 søkir Sands skúli eftir:

  • Einum lærara í tíðaravmarkað starv at lesa avlopstímar (u.l. 20 tim.) Endaliga tímatalið verður ásett í sept. 2026
  • Einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna farloyvi
  • Einum námsfrøðiligum stuðli í tíðaravmarkað starv, 22 tímar um vikuna.

Lærarastarvið eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2
Námsfrøðiliga starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið.

Vit vænta av tær, at tú:

  • hevur læraraútbúgving, námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir
  • er fyrikomandi, vísir ein jaligan hugburð og dugir at samstarva
  • vil vera við til álhaldandi at menna skúlan og teg sjálvan
  • dámar avbjóðingar og torir at ganga nýggjar leiðir
  • hevur arbeiði til at taka ábyrgd og er sjálvbjargin

Haraftrat skal lærarin hava førleika at átaka sær at:

  • undirvísa í flest øllum lærugreinum í 1. til 5. flokki
  • vera flokslærari

Umsóknir við avriti av prógvi, cv og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 4. juni 2026 kl. 17.00.
Umsóknir skulu sendast til:

Sands skúli
Heimasandsvegur 96
210 Sandi
ella við telduposti til
sands.skuli@skulin.fo

Meiri fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við skúlaleiðaran, Liljunu Clementsen á tlf.
254501
ella við telduposti til
liljan.clementsen@skulin.fo

Tey, ið verða sett í størvini, skulu játta, at barnaváttan verður umbiðin.

Í Sands skúla ganga 39 næmingar í 1. – 5. flokki komandi skúlaár

Heimasandsvegur 96    210 Sandi
sands.skuli@skulin.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið