Landssjúkrahúsið
Útgivið
22. april 2024
Útgongur
30. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Diagnostiski depilin søkir eftir toymisleiðara til Røntgendeildina til setan 15. mai 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er u 'm eitt fast starv á fulla tíð uttan vaktskyldu.

Um okkum

Á Landssjúkrahúsinum arbeiða umleið 1100 starvsfólk, harav umleið 25 eru staðsett á Røntgendeildini – 1 deildarleiðari,  '4 røntgenlæknar, 14 radiografar og 4 læknaskrivarar.

Deildin ger umleið 39.000 kanningar um árið, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sj 'úkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar kanningar sendar uttanlands at verða beskrivaðar.

Um teg Tú hevur áhuga at arbeiða á eini deild, har nógv ferð er á, og ynskir at geva títt íkast, bæði fakliga og socialt, fyri einum góðum trivnaði. Sum toymisleiðari kemur tú, saman við funktiónsleiðaranum, at hava fakliga ábyrgd fyri r 'øntgenøkinum afturat radiografarbeiðinum á deildini.

Býtið millum kliniskt arbeiði og fyrisiting verður gjø 'rt í samráð við funktiónsleiðaran.

Ábyrgdarøki:

  • Skipa dagliga arbeiðið á Røntgendeildini
  • Tryggja at mannagongdir verða gjørdar og dagførdar
  • Leggja til rættis, og gera innleiðsluætlan fyri nýsett starvsfólk
  • Virka fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi, bæði fysiskt og sálarliga
  • Luttaka í setanar- og umsorganarsamrøðum

Førleikar:

  • Radiografur við minst 2 ára starvsroyndum (danska autorisatión)

Dentur verður lagdur á:

  • Hug at arbeiða við leiðslu
  • Hug og áræði til at menna deildina
  • Góð samstarvsevni
  • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymsum uppgávum
  • Ert loyal/ur og hevur evni og vilja at fylgja tiknum avgerðum
  • Hevur hegni til reiðiligt samskifti, bæði munnliga og skrivliga
  • Dugir at lurta og vísa empati

Harumframt vænta vit, at tú tolir broytingar, ert framskygd/ur og megnar at samstarva við

nógvar ymsar fakbólkar.

Vit bjóða

  • Eitt fjølbroytt starv, har tú fært innlit og ávirkan á menning
  • Møguleika fyri persónligari menning og menning innan leiðslu
  • Samstarv við leiðarar og starvsfólk á Diagnostiska deplinum
  • Eitt gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi

Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og kompetentum

starvsfelagum. Vit hava fokus á innanhýsis frálæru og førleikamenning.

Setanartreytir:

Toymisleiðarin vísir til funktiónsleiðaran á Røntgendeildini.

Lønar- og setanarviðurskifti eru smbært sáttmála millum Radiografar í Føroyum/Felagið

Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri kunning fæst við at ringja til deildarleiðaran Lisu Frederiksberg, tel 304500, lokal 5507.

Umsóknarfreistin er tann 30. apríl 2024

Vinaliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir

leinkjuni ”Um stovnin”.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið