Heilsufrøðiliga starvsstovan
Útgivið
25. maj 2026
Útgongur
12. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir eftir tveimum eftirlitsfólkum til Veterinerdeildina

Annað starvið er fast starv, meðan hitt er fyri eftirlitsfólk í farloyvi. Bæði størv byrja 1. september 2026 ella skjótast til ber. Tíðaravmarkaða starvið endar hin 31. august 2027.

Arbeiðsstaður er á skrivstovuni í Havn og á eftirlitsvitjanum á sjógvi og landi kring allar Føroyar.

Arbeiðsuppgávur

  • Sjúkuyvirvøka og sýnistøka í alivinnuni
  • Eftirlit í alivinnuni við djóravælferð, aliútgerð, sóttreinsingarskipanum, bátum vm.
  • Eftirlit í øðrum vinnuligum djórahaldi
  • Fyrisiting og málsviðgerð eftir galdandi lógum og reglum um djóravælferð og sjúkufyribyrgjandi rakstri
  • Áhaldandi menning av arbeiðsgongdum

Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast við tíðini. Djóralæknar verða settir sum embætisdjóralæknar og koma at luttaka í vaktarskipanum fyri embætisdjóralæknauppgávur, bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Krøv til útbúgving og aðrar viðkomandi førleikar

  • Djóralækni, lívfrøðingur, verkfrøðingur ella onnur viðkomandi akademisk ella teknisk útbúgving
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum ella á skandinaviskum máli
  • Dugir at samskifta á enskum
  • Hevur góðan telduførleika
  • Koyrikort til bil

Tú dugir at arbeiða í toymi og sjálvstøðugt. Tú hevur áræði, ert úrslitssøkin og hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, bæði í skrift og talu.

Starvsroyndir við arbeiði í alivinnuni og fyrisitingarligar starvsroyndir eru fyrimunir, men ikki eitt krav. Tú trívist væl við skiftandi arbeiðsuppgávum og arbeiðsmongd.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt spennandi starv, sum fakliga fevnir breitt og hevur stóran samfelagsligan týdning. Tú gerst partur av einari deild við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Umsóknir til størvini skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti til:

hfs@hfs.fo

Viðheft grundgivna umsókn, lívsrensl, avrit av prógvi, viðmæli og tilvísingar.

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12. juni 2026.

Meira fæst at vita við at venda sær til Jógvan Páll Fjallsbak, deildarleiðara á Veterinerdeildini:

T-postur: hfs@hfs.fo
Tlf. 556400

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur m.a. matvøru-, djórasjúku- og alilógina og rekur eisini kanningarstovu í hesum sambandi. Høvuðsuppgávurnar hjá veterinerdeildini eru at tryggja góða djóra- og fiskaheilsu.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið