Tórshavnar kommuna
Útgivið
11. april 2024
Útgongur
14. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

- barnsburðarfarloyvisstarv  -

Vegna ov fáar umsóknir til starvið, verður tað hervið endurlýst.

Ert tú tann vit sóknast eftir?

Er eldraøkið tað tú brennur fyri, og hevur tú drívmegið og hegnið til áhaldandi at menna tilboðið til búfólk á eldrabústovni, so er tað møguliga tær vit sóknast eftir.

Barnsburðarfarloyvisstarv sum varadeildarleiðari í tíðarskeiðnum 15. apríl .2024 til 1. juli 2025 er leyst at søkja. Varadeildarleiðarin vísir til deildarleiðaran.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum, Heilsuhúsið og tvær búeindir.

Miðstova er ein av trimum deildum á Lágargarði, við 16 plássum. Lágargarður er 36 ára gamal og umhvørvið rundanum er sera náttúruvinarlig. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður, og starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum.

Miðstova er ein røktardeild, har vit stremba eftir høgari fakligheit og leggja dent á at arbeiða viðurkennandi í einum lærandi umhvørvi. Tað er av týdningi fyri okkum, at skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið