Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
21. maj 2026
Útgongur
9. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært

Lýsing

Er tað tær vit leita eftir? Okkum tørvar tríggjar námsfrøðingar afturat í okkara góða starvsfólkahóp, harav eitt starv er varaleiðarastarv.

So kundi tú hugsa tær at ment tínar leiðslu førleikar, so kann starvið sum varaleiðari verða eitt gott fet á leiðini við møguleika fyri persónligari menning og fakligari sparring.

Og veist tú hvat? Børnini gleða seg at spæla við tykkum 🙂

Um Blákolluna
Blákollan er kommunalur dagstovnur, ið lat upp í 2001. Stovnurin liggur á Kjalarvegnum, við haga í nærumhvørvinum, og her búleikast vit í húsum í trimum hæddum, við eini stovu á hvørjari hædd. Vit hava tvær barnagarðsstovur við íalt 32 børnum og eina vøggustova við 10 børnum.

Sum námsfrøðingur í Blákolluni ert tú, saman við starvsfelagum tínum, við til at seta dám á námsfrøðiliga virksemi á stovninum, so at børnini fáa ein tryggan, mennandi, innihaldsríkan og stuttligan dag.

Vit arbeiða í løtuni við at endurnýggja okkara námsætlan, so ert tú nýhugsandi og torir at taka ábyrgd og avgerðir, so kann hetta verða eitt spennandi starv fyri teg.

Les meira um starvið og søk umvegis leinkjuna á okkara heimasíðu, www.klaksvik.fo
Varaleiðari og námsfrøðingar til Blákolluna freistin er 9. juni 2026

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið