Ítróttasamband Føroya
Útgivið
25. maj 2026
Útgongur
5. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Verkætlanarleiðari til úrvalsítrótt

Vit leita eftir einum persóni, sum brennur fyri at menna føroyskan úrvalsítrótt, og sum hevur hug, evni og drívmegi til at byggja skipanir, samstarv og tænastur, ið kunnu lyfta føroyskan ítrótt upp á eitt enn hægri støði.

Starvið er fyri teg, sum dugir at hugsa strategiskt, arbeiða skipað og samstundis fáa ítøkilig úrslit.

Tú verður ein lyklapersónur í arbeiðinum at styrkja karmarnar hjá føroyskum úrvalsíðkarum frá útbúgving og stuðulsskipanum til fakligar úrvalstænastur, úrvalsmiðstøð og altjóða menningarmøguleikar.

Um starvið

Sum verkætlanarleiðari fyri úrvalsítrótt verður tú partur av ÍSF og arbeiðir tætt saman við sambondum, útbúgvingarstovnum, myndugleikum, fakfólkum og øðrum viðkomandi samstarvspørtum.

Tú fært ábyrgd av bæði dagligari umsiting, menning av nýggjum tænastum og størri strategiskum verkætlanum innan úrvalsítrótt.

Ein týðandi partur av starvinum er at tryggja, at føroyskir úrvalsíðkarar fáa betri møguleikar at sameina ítrótt og útbúgving, og at ÍSF, saman við sambondunum, mennir eina greiða, fakliga sterka og framtíðartryggjaða úrvalsskipan.

Vit vænta, at tú hevur

  • Útbúgving í fakøkjum, sum kunnu lyfta ítróttaliga støði hjá úrvalsíðkarum
  • Kunnleika til, hvussu úrvalsítróttur er skipaður í øðrum londum
  • Royndir við verkætlanarleiðslu og við at samskipa samstarv millum fleiri partar
  • Kunnleika til fíggjarviðurskifti, herundir at leggja fíggjarætlanir og søkja stuðul
  • Góð samstarvsevni og evni at skapa álit millum ymiskar áhugapartar
  • Evni at arbeiða skipað, sjálvstøðugt og við greiðari ábyrgdarkenslu
  • Hug at byggja nakað upp og drívmegi til at flyta føroyskan úrvalsítrótt fram á leið

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og týdningarmikið starv í føroyskum ítrótti
  • Møguleika at vera við til at seta kósina fyri framtíðar úrvalsítrótt í Føroyum
  • Tætt samstarv við sambond, ítróttafólk, venjarar, útbúgvingarstovnar, myndugleikar og fakligar samstarvspartar
  • Eitt starv við stórari ávirkan, ábyrgd og møguleika at skapa varandi broytingar
  • Starvsstað í ÍSF-húsinum á Eystaru Bryggju 30 í Tórshavn

Treytir

Starvið er eitt ¾ starv, við møguleika fyri at verða víðkað til fulltíðarstarv.

Tann setti vendir sær til aðalskrivara hjá ÍSF og nevndina hjá úrval.

Arbeiðstíðin er vanliga innan vanliga arbeiðstíð, men arbeiðstíðin kann broytast eftir tørvi í sambandi við fundir, tiltøk og verkætlanir.

Vit ynskja, at tú kanst byrja skjótast gjørligt.

Løn og setanartreytir verða avtalað nærri.

Umsókn

Send umsókn saman við lívsrensli og møguligum viðmælum til:

isf@isf.fo

Umsóknarfreistin er 5. juni 2026.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Maritu Debess Magnussen, aðalskrivara í ÍSF:

marita@isf.fo

Um ÍSF

Ítróttasamband Føroya er meginfelag fyri føroyskan ítrótt og arbeiðir fyri at styrkja, menna og umboða ítróttin í Føroyum.

ÍSF stuðlar sambondum, feløgum og ítróttafólkum og hevur ein týðandi leiklut í at skapa góðar karmar fyri bæði breiddarítrótt og úrvalsítrótt.

Við hesum starvinum ynskir ÍSF at styrkja arbeiðið við úrvalsítrótti og tryggja, at føroysk ítróttafólk fáa betri møguleikar at mennast, kappast og røkka sínum málum, bæði í Føroyum og á altjóða pallinum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið