Útgivið
25. august 2022
Útgongur
23. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Verkætlanarstjóri til HVT

Vit sóknast eftir einum royndum og motiveraðum verkætlanarstjóra til eitt nýtt og spennandi starv hjá HVT.

Hevur tú hug til eitt spennandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í menning, sum leggur dent á yrkisføri og góðsku, so er hetta møguliga nakað fyri teg.

Fyritøkan
HVT er ein spennandi fyritøka í menning við eginproduktión innan fyri jørð, kloak, betong og timbur.

HVT fæst í størstan mun við menning, stýring og bygging av heildarveitingum innan fyri vinnu-, handil-, skrivistovu- og íbúðarbygging. Kjarnan hjá HVT er menning, veitan og neyv byggistýring av meðalstórum og stórum verkætlanum.

HVT hevur í dag uml 85 dugnalig starvsfólk

Fyritøkan hevur eina spennandi tíð fyri framman við nógvum verkætlanum.

Tú kanst lesa meir um HVT við at vitja heimasíðuna www.hvt.fo ella á Facebook: HVT

Starvið
Sum verkætlanarstjóri, verður tín fyrsta uppgáva, at hava ábyrgdina av at gjøgnumføra eina stóra verkætlan í miðbýnum í Havn. Talan er bæði um handils- og íbúðarbygging.

Í tøttum samstarvi við projekt/enterprisuleiðarar og formenn, skalt tú tryggja, at verkætlanin verður framd í verki, innan fyri givnu rammur og avtalur.

Høvuðsuppgávurnar verða hesar:

  • Yvirskipaða projektstýring
  • Samband við byggiharra, mynduleikar, ráðgevar og aðrar samstarvsfelagar
  • Yvirskipaða ábyrgd av tíðar- og fíggjarætlan.
  • Leiðslu av projekt- og enterprisuleiðarum. Eisini sparring og menning av tí einkulta starvsfólkinum.
  • Samband við undirveitarar.
  • Tryggja gott arbeiðsumhvørvi.

Verkætlanarstjórin vísir til stjóran.

Førleikar og royndir:
Tað er avgerandi, at tú sum komandi verkætlanarstjóri, hevur drúgvar royndir frá líknandi størvum.

Útbúgvingin er ikki altavgerandi, men vit hugsa okkum, at tú ert útbúgvin verkfrøðingur, byggifrøðingur ella líknandi.

Sum persónur ert tú:

  • Ágrýtin, avgjørdur, sjálvstøðugur og hevur góð samstarvsevni.
  • Óformellur, vinarligur og jarðbundin
  • Evni til bæði at hava yvirlit og síggja smálutirnar
  • Struktureraður og systematiskur
  • Opin og líkatil

Løn
HVT bjóðar tí rætta eina góða og kappingarføra løn, við góðum møguleikum at menna seg, bæði persónliga og fakliga.

Nýggi verkætlanarstjórin byrjar í starvinum í seinasta lagi 01.01.2023

Tað er eingin umsóknarfreist, men miðja verður í móti at seta starvið skjótast gjørligt.

Vilt tú hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Regin Petersen, stjóra tlf 290026 ella Frans O. Høyer, rekruteringskonsulent á tlf. +45 2091 5400

Umsóknir vm. Kunnu sendast við at trýsta á leinki : https://hoyer-rekruttering.dk/jobs/projektchef/

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið