Viðareiðis Kommuna
Útgivið
29. juni 2026
Útgongur
5. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug til at verða partur av einum nýggjum og spennandi arbeiðsplássi?

Í sambandi við at nýggja barnahúsið Sóljuspírin verður tikið í brúk eftir summarfrítíðina, søkir Viðareiðis kommuna eftir tveimum fólkum í niðursettum brøki eftir vanliga arbeiðstíð.

Um starvið
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • Reingerð av stovunum
  • Reingerð av felagshølum, skrivstovu og vesi-rúmum
  • At tryggja eitt reint og hugnaligt umhvørvi fyri børn og starvsfólk
  • Tøming av ruskíløtum

Vit vænta, at tú:

  • Ert álítandi og arbeiðsamur/-som
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur gott eyga fyri reinføri og røkt
  • Ert fyrikomandi og jalig/ur

Royndir innan reingerð eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Vit bjóða:

  • Eitt gott og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • Nýggj og góð arbeiðsviðurskifti
  • Nærri avtalu um arbeiðstíð og starvsbrøk

Setanarviðurskifti
Talan er um tvey niðursett størv, sum verða sett frá 5. august ella eftir nærri avtalu.

Lønin er tímalønt sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Umsókn
Umsókn við viðkomandi upplýsingum skal sendast Viðareiðis kommunu á info@vidareidi.fo í seinasta lagi 14. juli.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Maritu Sumberg, borgarstjóra á 231090

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið