Lýsing
Ynskir tú, at læra meira um klæðir, ítróttaútgerð og um kundatænastu? At mennast, har skúli og arbeiðslív ganga hond í hond? So er at senda eina umsókn til okkum.
Tú verður útlærd/ur innan handil við sergrein, og hetta er ein møguleiki til tín við ella uttan eina miðnámsútbúgving.
Starvsbyrjan, lærutíð og skúlagongd
SPORT 24 á Tvøroyri ynskir ein handilslærling, sum hevur møguleikan at byrjað í starvi 1. juli 2024 - ella eftir nærri avtalu.
Møguleiki er fyri einum fulltíðarstarvi, har arbeitt verður 40 tímar um vikuna, harav annan hvønn leygardag. Um eitthvørt ger, at tú heldur kundi hugsa tær 30-35 tímar, so kunnu vit tosa nærri um hetta. Tó ávirkar tímatalið, hvussu long samlaða lærutíðin verður.
Lærutíðin veldst eisini um tú hevur eina miðnámsútbúgvin - og hvørja. Við støðið í einum fulltíðarstarvið, er lærutíðin 3 ár við einum FHS-prógvi, 2 ár við HH-prógvi, og um tú hevur HF- ella studentsprógv er lærutíðin 2,5 ár. Uttan útbúgving er lærutíðin 4 ár.
Tú skalt hava fýra fak á Handilsskúlanum, so um tú onga miðnámsútbúgving hevur - ella hevur eitt HF- ella studentarprógv krevst, at tú tekur einkult fak á Handilsskúlanum í lærutíðini.
Í samband við skúlagongdina, ið er tilknýtt lærutíðini, har fara allir okkara handilsnæmingar til Danmarkar fýra ferðir í 14 dagar hvørja ferð.
Fyri okkum er týdningarmikið, at tú:
- Ert fyrikomandi, smílandi og røkin
- Ert áhugað/ur í at selja og geva kundanum eina góða uppliving
- Ert fleksibul í samband við arbeiðsuppgávur og arbeiðstíðir (viðvíkjandi arbeiðstíðum verður dentur lagdur á, at arbeiði eisini fevnir um leygardagar, aðrir serligar dagar – desember mánaði fyllir nógv)
- Kann starvast sjálvstøðugt eins og í toymi
- Hevur møguleikan at fara til Danmarkar í skúla
Umsókn
Umsókn, miðnámsprógv, lívsrendsl og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast umvegis teldupost til hp@sport24.fo - Umsóknarfreistin er 7. mai 2024 á midnátt.
Vit tilmæla, at tú skrivar onkra tilvísing í lívsrendslið.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara, á tlf. 257786 (gerandisdagar millum kl. 10 – 15).
Vit gleða okkum at frætta.
SPORT 24 Føroyar umfatar tríggjar handlar, sum eru: SPORT 24 Klaksvík, SPORT 24 Tvøroyri og SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Umframt hesar eindir, so eru starvsfólk eisini tilknýtt goymsluni, kontórinum - og TEAM SPORT, sum er søla til ítróttarfeløg og líknandi