SP/F Sport 24 Føroyar
Útgivið
18. april 2024
Útgongur
2. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ynskir tú, at læra meira um klæðir, ítróttaútgerð og um kundatænastu? At mennast, har skúli og arbeiðslív ganga hond í hond? So er at senda eina umsókn til okkum.

Tú verður útlærd/ur innan handil við sergrein, og hetta er ein møguleiki til tín við ella uttan eina miðnámsútbúgving.

Starvsbyrjan, lærutíð og skúlagongd
SPORT 24 Outlet ynskir ein handilslærling, sum hevur møguleikan at byrjað í starvi 1. juli 2024 - ella eftir nærri avtalu.

Møguleiki er fyri einum fulltíðarstarvi, har arbeitt verður 40 tímar um vikuna, harav annan hvønn leygardag. Um eitthvørt ger, at tú heldur kundi hugsa tær 30-35 tímar, so kunnu vit tosa nærri um hetta. Tó ávirkar tímatalið, hvussu long samlaða lærutíðin verður.

Lærutíðin veldst eisini um tú hevur eina miðnámsútbúgvin - og hvørja. Við støðið í einum fulltíðarstarvið, er lærutíðin 3 ár við einum FHS-prógvi, 2 ár við HH-prógvi, og um tú hevur HF- ella studentsprógv er lærutíðin 2,5 ár. Uttan útbúgving er lærutíðin 4 ár.

Tú skalt hava fýra fak á Handilsskúlanum, so um tú onga miðnámsútbúgving hevur - ella hevur eitt HF- ella studentarprógv krevst, at tú tekur einkult fak á Handilsskúlanum í lærutíðini.

Í samband við skúlagongdina, ið er tilknýtt lærutíðini, har fara allir okkara handilsnæmingar til Danmarkar fýra ferðir í 14 dagar hvørja ferð.

Fyri okkum er týdningarmikið, at tú:

  • Ert fyrikomandi, smílandi og røkin
  • Ert áhugað/ur í at selja og geva kundanum eina góða uppliving
  • Ert fleksibul í samband við arbeiðsuppgávur og arbeiðstíðir (viðvíkjandi arbeiðstíðum verður dentur lagdur á, at arbeiði eisini fevnir um leygardagar, aðrir serligar dagar – desember mánaði fyllir nógv)
  • Kann starvast sjálvstøðugt eins og í toymi
  • Hevur møguleikan at fara til Danmarkar í skúla

Umsókn
Umsókn, miðnámsprógv og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast umvegis teldupost til hp@sport24.fo - Umsóknarfreistin er 2. juni 2024 á midnátt.

Vit tilmæla, at tú skrivar onkra tilvísing í lívsrendslið.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara, á tlf. 257786 (gerandisdagar millum kl. 10 – 15).

Vit gleða okkum at frætta.

SPORT 24 Føroyar umfatar tríggjar handlar, sum eru: SPORT 24 Klaksvík, SPORT 24 Tvøroyri og SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Umframt hesar eindir, so eru starvsfólk eisini tilknýtt goymsluni, kontórinum - og TEAM SPORT, sum er søla til ítróttarfeløg og líknandi 

Líknandi størv

Ábyrgdarfólk til matstovuna   Faroe Islands nýtt
30. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið