Katrina Christiansen
Útgivið
19. marts 2024
Útgongur
30. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Trívist tú við ábyrgd, hevur tú áður starvast á matstovu og leggur tú dent á at veita eina góða tænastu?

Vit bjóða tær eitt spennandi fulltíðarstarv, har tú kann seta tín dám á dagligu gongdina á okkara sjarmerandu matstovu.

Uppgávur
Uppgávur sum yvirtænari fevna m.a. um:

  • At virka fyri at gestir okkara fáa eina tænastu á høgum støði
  • Gera vaktarskema og skipa arbeiði
  • Tryggja trivnað og góða upplæring fyri okkara starvsfólk
  • Vera sjónlig/ur og taka lut í dagligu uppgávunum á matstovuni

Tað er ein fyrimunur um tú ert útlærdur tænari ella hevur tilsvarandi royndir innan tænastuvinnuna, tó er hetta ikki ein treyt.

Setanartreytir
Kappingarfør løn sambært avtalu.

Umsókn
Les meira og søk starvið her Yvirtænari | Katrina Christiansen (alfred.fo)

Vit viðgera innkomnar umsóknir leypandi, so skunda tær og søk starvið.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Peter Hentze á tlf. 23 31 46 ella ph@hafnia.fo

Um Katrinu Christiansen
Katrina Christiansen er sjarmerandi og søguliga matstova okkara í hjartanum av Tórshavn. Her bjóða vit fleiri smærri tapas-rættir, við íblástri frá føroyskum matsiði og føroysku náttúruni.

Tað eru framíhjárættindi at fjálga um okkara viðskiftafólk við gamla, staðbundna andanum, ið er í húsunum. Við teimum nógvu, týdningarmiklu staklutunum er hetta líka nógv eitt savn sum ein matstova. Vit hava roynt at varðveita alt í so upprunaligum standi sum gjørligt.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið