ANSNI søkir skrivstovulærling

ANSNI
Útgivið
31. maj 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
aimi@ansni.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

ANSNI Samtakið søkir eftir skrivstovulærlingi, at byrja í summar.

Vit eru ein fjølbroytt fyritøka, ið kann geva okkara nýggja lærlingi eina breiða og holla útbúgving.

Ynskiligt er, at umsøkjari hevur handilsliga miðnámsútbúgving, er jaligur av lyndi, ábyrgdarfullur, møtir væl upp og til tíðina og tænastusinnaður.

Trygd, álit, dygd og umhugsni eru leiðstjørnur okkara.

ANSNI samtakið umfatar í dag 5 feløg: Cura, ið er holding felag, og herundir eru ANSNI Trygdarfelag, ANSNI Tøkni, ANSNI Tilbúgving og ANSNI Nordic Aps. Les meira um okkum á www.ansni.fo

Hevur tú spurningar í hesum sambandi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Aimi Justinussen, fyrisitingarstjóra, á aimi@ansni.fo ella tel 231287. Hevur hetta tín áhuga, er at senda umsókn til aimi@ansni.fo. Freistin at søkja er 15. juni kl 12.00.

Líknandi størv

Fleiri størv