Umhvørvisstovan
Útgivið
19. marts 2024
Útgongur
29. april 2024
Staður
Traðagøta 38, 160 Argir, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
steinf@us.fo

Lýsing

Á deildini Land- og sjókort er fjølbroytt starv leyst at søkja. Sjókortøkið er í stórari menning og komandi árini verður S-100 standardurin tikin í nýtslu. Talan er um tøkniligan pall, har fleiri og betri talgildar skipanir verða samankoyrdar at stuðla undir e-navigatión sum ásett av IMO.

Um starvið
Starvið fevnir í høvuðsheitum um fyrisiting og samskipan av sjókortøkinum.

Uppgávurnar fevna m.a. um:

  • fyrisiting av sjókortøkinum.
  • at kunna seg um lógir og reglur innan sjóøkið.
  • at hava eitt virkið samskifti við samstarvspartar í Føroyum og altjóða.
  • at taka lut í sjóuppmátingum. Tú kanst rokna við at vera á sjónum nakrar ferðir um árið og vera heimanífrá upp í 2 vikur hvørja ferð.
  • at fremja og fyrisita hydrografiska standardin S-100 í føroyskum sjóøki.
  • at dagføra og menna sjókort og onnur rit, og meta um, hvussu sjókort kunnu brúkast av siglingarlærdum.
  • at taka sær av viðkomandi samstarvsavtalum og sáttmálum.
  • at umboða sjókortmyndugleikan í altjóða samstarvi.

Førleikar og royndir
Vit vænta, at tú

  • hevur viðkomandi hægri útbúgving innan eitt nú løgfrøði, verkfrøði, landafrøði, sjóvinnu ella aðra viðkomandi útbúgving.
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
  • ert ágrýtin og framfúsur/in og leitar eftir haldgóðum loysnum.
  • hevur góðan kunnleika til føroyskt og enskt í skrift og talu.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til sjókort, hevur royndir og innlit innan fyrisiting, millumlanda samstarv ella maritima økið og hevur tøkniligt tev.

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og starvsbyrjan verður eftir avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Arbeiðsstaðurin er Umhvørvisstovan á Argjum.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. apríl 2024. Søk her.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Stein Fossá, deildarleiðara á Land- og sjókort, teldupostur steinf@us.fo ella á tlf. 234350.

Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis- og náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit.

Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið soleiðis, at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív.

Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, at søkja starvið.

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

Líknandi størv

24. april 2024
Deildarstjóri til FK Hoyvík   Faroe Islands nýtt
24. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið