
Lýsing
Vit søkja eftir 3 námsfrøðingum, at starvast 30 tímar um vikuna.
Størvini verða sett 6.august 2018 ella eftir nærri avtalu.
Í Korndalsgarði eru 5 stovur, 2 vøggustovur, 2 barnagarðsstovur og ein frítíðarstova.
Stovnurin er opin frá kl. 7.00 til kl. 17.00.
Vit hava góðar umstøður bæði uttandura og innandura.
Okkara ynski er at:
- Tú hevur góð samstarvsevni
- Tú ert álítandi
- Tú hevur áræði at geva børnunum avbjóðingar í gerandisdegnum
- Tú vilt vera við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
- Tú kann arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert nærverandi
- Tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við viðring og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum
- Tú hevur teldukunnleika á byrjunarstøði
Lønar- og setunarviðurskifti: Lønin er sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya kommunala arbeiðsgevarafelag.
Umsøknir:
Umsøknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 21 juni 2018 kl. 12.00 og sendast til Korndalsgarður, Foravegur 11, 470 Eiði ella á korndalsgardur@eidi.fo
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til stovnsleiðaran Jensinu Magnussen á tlf. 740410.