Námsfrøðingar til Dagstovnin á Flatinum

Sunda Kommuna
Útgivið
1. juni 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
flatinum@sunda.fo
Bý-/ bygd
Oyrarbakka

Lýsing

• 2 størv á vøggustovu á 32 tímar um vikuna
• 1 starv á barnagarðsstovu á 35 tímar um vikuna
• 1 farloyvisstarv í frítíðarskúlanum á 22 tímar um vikuna fram til 1 juli 19.

 

Størvini verða sett 13 aug’ 18 ella eftir nærri avtalu.

Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað.

Vit kunnu bjóða: eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi, og har tú saman við dugnaligum starvsfólkum ert við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvi á einum stovni, har karmarnir eru sera góðir inni sum úti.
Á stovninum leggja vit dent á viðurkennandi námsfrøði. Vit arbeiða útfrá okkara námsætlan og virðisgrundarlagið har trivnaður, umsorgan, nærvera, menning og spæligleði er í hásæti.

Vit ynskja: at tú kanst skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum - at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagaðar og foreldur - at tú sært møguleikar og avbjóðingar fram um mørk, - ert nærverandi, kreativ/ur og positiv/ur; og dámar væl at verða úti í náttúruni.

Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum at frætt frá tær.

Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Tú verður sett/ur í starv á stovninum, og mást tola broytingar í starvinum.

Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Rosu Prestá leiðara á tlf. 297247 ella Sunnrid Eyðunsdóttir varaleiðara á tlf. 288405

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 11 juni og sendast til

Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka
ella við telduposti til flatinum@sunda.fo

Fleiri størv