Lýsing
Ert tú okkara nýggi verkætlanarleiðari?
Ert tú klár/ur at hava ábyrgdina av verklagsarbeiðum?
Hevur tú samastundis hug, at arbeiða í fríum rammum og brúka tín serkunnleka og yrkisføri í eini føroyskari fyritøku við altjóða sambondum?
So hevur tú nú møguleikan, at gerast partur av eini fyritøku í stórari menning!
RTS Contractors er ein fyritøka, ið átekur sær spennandi og fjølbroytt verklagsarbeiðir av øllum slagi og stødd, í bæði Føroyum og Grønlandi. RTS Contractors er í sama samtaki sum MT Højgaard Føroyar, og er tí natúrliga í tøttum samstarvi við MT Højgaard, bæði í Føroyum og arðastaðni í heiminum.
Tínar dagligu uppgávur verða í høvuðsheitum at:
- Stýra og uppfylgja fíggjar- og tíðarætlanum.
- Tryggja, at øll góðsku-, umhvørvis- og trygdarkrøv verða yvirhildin.
- Samskifta við ráðgevar og mynduleikar.
- Skapa eitt gott samstarv á plássunum og ein góðan opnan fakligan dialog.
Um teg:
Tú ert útbúgvin byggifrøðingur, verkfrøðingur ella líknandi. Gjarna bygt á eina handverksliga útbúgving
Skipað/ur og hevur áhuga fyri verklagsarbeiði í øllum støddum, stórum og smáum.
&nbps;
Tú hevur:
- Royndir við at leiða verklagsabeiðir ella aðrar verkætlanir.
- Skil fyri tølum og KT og veist hvat góður handilsskapur er.
- Evnini at fáa loysa uppgávur, eisini í fastløstum støðum.
- Góð samskiftisevnir og kannst eggja og vegleiða títt toymi.
- Gott og lætt sinnalag, og sært møguleikar, heldur enn forðingar.
Vit vænta, at tú dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum.
Vit bjóða eitt gott og mennandi arbeiðspláss har tú fært:
- Eitt sjálvstøðugt og ábyrgdarfullt arbeiði, í eini spennandi fyritøku.
- Góðar arbeiðsumstøður við nógvum frælsi við ábyrgd.
- Møguleika fyri bæði fakligari og persónligari menning. Eisini við samstarvið tvørtur um landamørk.
Umsøkn:
Tú kannst fáa meir at vita um starvið, við at tosa við Andrias Lamhauge, Stjóra tlf.: +298 500 800, t-post: andrias@rts.fo.
RTS Contractors var stovnað í 1997 og hevur síðan 2007 eisini arbeitt í Grønlandi. Í Fyritøkuni starvast í løtuni 30+ fólk. MT Højgaard International A/S eigur 80% av fyritøkuni.