Vit lyfta í felag (Endurlýsing)

Dagstovnurin Áarlon
Útgivið
6. marts 2020
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Contact
stovnur@kvivik.fo
City
Kvívik

Lýsing

Dagstovnin Áarlon søkir eftir einum motorikkvegleiðara/námsfrøðingi til vøggustovuna Summardáin, starvið er 30 tímar um vikuna.

Eisini søkja vit eftir einum námsfrøðingi, ið hevur áhuga fyri kreativum arbeiði til barnagarðsstovuna Smæran, starvið er 30-35 tímar um vikuna.

Áarlon er ein stovnur, har samstarvið er grundarlagið undir øllum virkseminum á stovninum – vit eru øll í parti.

Vit eru góð við hvønn annan, vit hava tað stuttligt saman, vit hjálpa hvørjum øðrum, og tá ið vit eru ósamd, so er tað ikki so farligt, tí vit eru í parti -  vit loysa avbjóðingarnar saman.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at okkara umhvørvið er rúmligt og umsorganarfult – vit megna næstan alt saman.

Vit halda, at okkara arbeiði er áhugavert og týdningarmikið. Vit vita, at í okkara arbeiði er altíð meira at læra – vit læra saman og av hvørjum øðrum.

Vit halda, at okkara arbeiði er lívsjáttandi – vit koma glað til arbeiðis og fara glað heim.

Haraftrat hava vit ein fantastiskan stovn, eitt heilt serligt nærumhvørvi og tey fittastu børnini – hvussu heldigur kann man vera?

  • Heldur tú, at umsorganin fyri tí einstaka menniskjanum kemur fyrst?
  • Heldur tú, at samstarv er tað berandi undir øllum námsfrøðiligum virksemi?
  • Hevur tað týdning fyri teg, at tað er stuttligt at vera til arbeiðis, og at arbeiðsgleði er høgt í metum?
  • Hevur tú eyga fyri møguleikum og loysnum?

Um hetta er nakað fyri teg, so bjóða vit tær hjartaliga vælkomnum í Áarlon.

Starvið verður sett so skjótt, sum til ber.

 

Lønar og setanartreytir

Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Førleikaviðbót verður givin sambært §22 í sáttmálanum.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Meira fæst at vita um starvi við at ringja til Gunnvá Edvardsdóttir, leiðara, á telefon 292412.

 

Umsóknir við prógvum, viðmælum og CV skulu vera leiðaranum í hendi seinast týsdagin 25. mars 2020.

 

Dagstovnurin Áarlon
Frammi í Forna 1
340 Kvívík
stovnur@kvivik.fo