Runavíkar Kommunuskúli
Útgivið
25. maj 2026
Útgongur
4. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir:

  • 2 lærarum í fast starv
  • 4-5 lærarum í tíðaravmarkað størv vegna farloyvi, niðursetta tíð og avlopstímar.

Endaliga tímatalið og setanin til tað eina tíðaravmarkaða starvið verður ikki ásett fyrr
enn eftir 1. oktober 2026.

Førleikakrøv
Umsøkjararnir skulu hava læraraútbúgving og mugu m.a. hava førleika at undirvísa í:
føroyskum, føroyskt sum annað mál, støddfrøði, tónleiki, smíð, ítrótti og svimjing.

Søkt verður eftir lærarum, sum :

  • kunnu átaka sær flokslæraraleiklutin
  • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
  • duga væl at samstarva og samskifta
  • eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
  • vilja fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin

Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, ið sett verða, eru tænastumannsettir lærarar frammanundan. Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 4. juni 2026 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til rks@skulin.fo.

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 217331 ella á t-post : durita.joensen@skulin.fo

Líknandi størv

25. maj 2026
Lærarastørv skúlaárið 2026-2027 í Skopunar skúla   Skúlavegur 13, Faroe Islands nýtt
21. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið