Skúlin á Giljanesi
Útgivið
25. maj 2026
Útgongur
4. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Størv sum lærari í Skúlanum á Giljanesi eru nú leys at søkja

Hevur tú hugsjónir og dirvi at “standa saman um barnið” í Vágum, dámar tær at royna nýggjar leiðir og vil tú gerast partur av einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja eitt av lærarastørvunum í Skúlanum á Giljanesi.

Skúlaárið 2026-27 tørvar okkum:

  • 2 føst lærarastørv við setan frá 1. august 2026. Setanarbrotið er 1.0.
  • 3-4 tíðaravmarkað lærarastørv frá 1. august 2026 vegna lækkað tímatal og avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2026.

Harumframt tørvar skúlanum 1 møguliga 2 tímasett størv sum vikarur við í minsta lagi 10-15 tímum um vikuna í miðal hvønn mánað sum sjúkravikarur og fastur avloysari.

Hesi størvini kunnu eisini seinni umskipast til fastlønt størv vegna avlopstímar ella umskipanir gjøgnum árið.

Um størvini

Søkt verður eftir lærarum, sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans taka lut í dagliga virksemi skúlans, sýna næmingum og undirvísing eldhuga og vilja fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin.

Harafturat søkja vit eftir lærarum sum:

  • Duga at virka í toymi
  • Eru fyrikomandi
  • Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar sum eru í gerandisdegnum í skúlanum
  • Vilja menna skúlan
  • Vilja menna seg sjálvan
  • Eru stundvísir og røknir
  • Eru stinnir KT-brúkarar og duga væl at brúka m.a. Teams, IntoWords, Wiseflow, Office 365 og bóka- og undirvísingarportalar
  • Tora at bjóða mørkunum av

Førleikakrøv

Umsøkjarar við prógvi sum lærari, og umsøkjarar sum fáa prógv í summar, kunnu søkja størvini á jøvnum føti. Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum kunnu hava fyrimun.

Okkum tørvar:

  • Lærarar í øllum deildum
  • Flokslærara til grund- og miðdeild

Lærarar, ið kunnu undirvísa í hesum lærugreinum hava fyrimun:

  • Alis og evnafrøði, støddfrøði, lívfrøði, landafrøði, ítrótt og danskt í hádeild
  • Føroyskt, danskt, søga og samtíð, kristni, støddfrøði, náttúra og tøkni og svimjing (gentur) í miðdeild
  • Støddfrøði, ítrótt og svimjing (gentur) í grunddeild

Um skúlan

Í Skúlanum á Giljanesi ganga væntandi 295 næmingar í 1.-9. flokki komandi skúlaár.

Skúlin á Giljanesi er partur av verkætlanini “Saman um barnið”. Hetta merkir, at vit arbeiða undir einari felags barnafatan, sum byggir á barnarættindasáttmálan.

Endamálið hjá skúlanum er í samstarvi við heimið og hinar stovnarnar á oynni at skipa eitt fjølbroytt og samanhangandi tilboð frá 1. flokki til loknan fólkaskúla.

Við trivnaði, samstarvi og felagsskapi er lærdómur okkara aðalmál.

Lønar- og setanartreytir

Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Størvini eru sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til:

ester.poulsen@skulin.fo

Merk umsóknina: “STARV - LÆRARI”

Umsóknarfreist er hósdag 4. juni kl. 15:00.

Barnaváttan verður kravd í samband við setan.

Væntandi verða samrøður í viku 24.

Nærri fæst at vita um størvini hjá Ester Poulsen á tlf. 794425 ella við at senda teldupost til:

ester.poulsen@skulin.fo

Líknandi størv

Kokkur   Faroe Islands nýtt
25. maj 2026
Námsfrøðingur til Kaldbaks skúla   Faroe Islands nýtt
25. maj 2026
Lærarastørv í Sankta Frans skúla   Faroe Islands nýtt
25. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið