Lýsing
Lærarar til Sankta Frans skúla
Ert tú fakliga sterki lærarin við teimum góðu hugskotunum, og megnar tú at skapa gleði og økja sjálvsvirðið í næmingum okkara? So er tað tær vit leita eftir.
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2026
- 3 føst lærarastørv
- 3 tíðaravmarkað størv vegna farloyvi
- 1 parttíðarstarv 0.8 vegna barnsburðarfarloyvi frá 1. august 2026 til 1. februar 2027
- 2 parttíðarstørv – setanarbrot uml. 0,8 vegna lækkað tímatal og avlopstímar
Endaligt tímatal fyri størvini verður endaliga ásett 1. sept. 2026.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
- Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
- Leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning
- Duga at samstarva og eru fyrikomandi
- Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
- Hava góðan KT førleika
Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka sær hesar uppgávur:
- Flokslæraraarbeiði
- Undirvísa í føroyskum og støddfrøði í grunddeild
- Undirvísa í náttúruvísindaligu lærugreinunum í hádeild
- Undirvísa í donskum og støddfrøði í miðdeild
- Undirvísa í alis- og evnafrøði
- Undirvísa í týskum
- Undirvísa í ítrótti/svimjing
- Undirvísa í smíð
- Undirvísa á serøkinum
Førleikakrøv
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.
Læraralesandi, sum vænta at taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.
Lønar- og setanartreytir
Størvini vera lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi:
Í seinasta lagi fríggjadagin 05.06.2026
Umsóknir verða sendar til:
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til:
Aslaug Olsen, skúlastjóri – 282536
Magnar Vang, varaskúlastjóri – 282513
Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri – 243204
Í Sankta Frans skúla eru 467 næmingar úr forskúla til 9. flokk. Í skúlanum starvast 45 lærarar og 2 námsfrøðingar. Skúlin hevur ein starvsfólkahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan.