Lýsing
Lærarar til Skúlan á Argjahamri
Okkum tørvar 4–5 lærarar skúlaárið 2026/27.
Størvini eru full størv við starvsbroti 1,0.
Tvey av størvunum eru føst størv.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleikar í einari ella fleiri av hesum lærugreinum:
Føroyskum, donskum, enskum, støddfrøði, søgu og samtíð, samfelagsfrøði, kristni, heimstaðarlæru og ítrótti/svimjing.
Vit hava tørv á lærarum, sum kunnu undirvísa í øllum deildum. Harumframt hevur tað týdning, at settu lærararnir kunnu røkja flokslærarauppgávur.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
- Duga væl at samstarva og samskifta
- Vilja menna bæði seg sjálv og skúlan
- Sýna næmingum og undirvísing eldhuga
- Vilja fevna ymisleikan og styrkja felagsskapin
Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at settu lærararnir eru tænastumannasettir frammanundan.
Lærarastørvini eru lønt í lønarflokki 18.1–29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi:
Fríggjadagin 5. juni kl. 13.00
Nærri kunning um størvini fæst við at seta seg í samband við:
Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóri
Telefon: 224240
Teldupostur:
marin.sigvaldsdottir@skulin.fo