Tórshavnar kommuna
Lýsing
Tórshavnar Kommuna søkir eftir einum verkætlanarfólki innan dátuvernd at byrja 1. oktober 2026.
Um starvið
Starvið hevur til endamáls at tryggja, at persóndátur og onnur dátuøki verða handfarin í samsvari við dátuverndarlóggávu, lóggávu um skjalasavn og aðrar viðkomandi reglur. Starvið er skipað sum ein verkætlan og fevnir serliga um:
- greining og viðgerð av krøvum til savnindi
- útgreining og skjalfestan av mannagongdum fyri varðveitslu og striking av dátum
- arbeiði tvørtur um tær mongu KT-skipanirnar hjá Tórshavnar Kommunu
- samskifti við m.a. Tjóðskjalasavnið
- og at assistera DPO og KT-trygdarfólki
Arbeitt verður í stigum og í tøttum samstarvi við fakdeildir, KT og leiðslu.