Landssjúkrahúsið
Útgivið
19. marts 2024
Útgongur
7. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum søkir eftir fyrisitingarligum starvsfólki við royndum innan gransking til hálvtíðarstarv frá 1. mai 2024 ella eftir avtalu. Í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum eru vit í holt við at uppbyggja stuðulsfunktiónir fyri granskingina í Sjúkrahúsverkinum, sum skal hjálpa og stuðla granskarum. Tí hava vit brúk fyri einum royndum starvsfelaga, sum hevur førleikar til at veita stuðul og sum kann vera við til at geva sítt íkast til stuðulsfunktiónina, so vit kunnu veita granskarunum best møguliga hjálp.

Um starvið
Talan er um nýstovnað starv á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum. Heilsugranskingareindin hevur m.a. til endamáls at savna heilsugransking á einum stað og at stimbra og stuðla undir heilsugransking í Sjúkrahúsverkinum. Eindin skal tryggja, at heilsugranskarar fáa nøktandi stuðul til at skriva umsóknir, søkja um granskingarstuðul, útinna gransking o.s.fr. At seta eitt fyrisitingarligt starvsfólk við royndum frá gransking er ein liður í arbeiðinum at styrkja stuðulsfunktiónirnar í Heilsugranskingareindini og arbeiðinum fram móti at gerast eitt universitetssjúkrahús. Sum fyrisitanarligt starvsfólk í Heilsugranskingareindini verður tú sostatt partur av stuðulsfunktiónum, og tínar uppgávur fevna m.a. um stuðul áðrenn, undir og eftir ein granskingarverkætlan er farin í gongd og inniber uppgávur í sambandi við m.a. verkætlanarlýsingar, uttanhýsis fígging, at galdandi lóggáva verður hildin og umsiting av verkætlanum. Uppgávan krevur tætt samstarv við leiðarar á eindini, fíggarfólki og granskararnar.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Tín leiklutur verður at veita tvørfakligan stuðul til granskarar, sum í høvuðsheitum snýr seg um:

  • At ráðgeva granskarum áðrenn, undir og eftir at ein verkætlan fer í gongd og harundir tryggja at galdandi lóggáva verður yvirhildin
  • Uppgávur í sambandi við umsóknir til grunnar og gjøgnumgongd av tilfarinum, at tryggja at ásett krøv eru svarað nøktandi, áðrenn umsóknir verða sendar inn
  • Luttaka í verkætlanarstýring - umsiting og -frágreiðingar av uttanhýsis fíggjaðum verkætlanum, harundir sáttmálaarbeiði í samstarvi við fíggjarfólki
  • Veita stuðul í sambandi við at fáa til vega neyðug loyvir
  • Víðari menning av stuðli til granskingina og taka lut í teimum gerandis uppgávum, sum kunnu hjálpa granskarunum
  • Luttaka í uppgávuni at skaffa uttanhýsis fígging (fundraising)
  • Stuðla leiðara við ymiskum uppgávum

Førleikar
Nógvar ymiskar leiðir kunnu føra til hetta starv. Av størstum týdningi er, at tú hevur royndir við granskingarverkætlanum. Tú hevur eina kandidatútbúgving, og helst hevur tú nøkur ára royndir við gransking og umsiting av verkætlanum. Tú hevur kunnleika til galdandi lóggávu, ið er viðkomandi fyri gransking og gjarna royndir við arbeiðinum, sum liggur undan og við einari granskingarverkætlan.

Harumframt leggja vit dent á, at

  • at tú ert greinandi, skipað/ur, proaktiv/ur og áhaldandi
  • tú dugir at planleggja, raðfesta og arbeiða bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við onnur
  • tú trívist við broytiligum arbeiðsviðurskiftum og skiftandi uppgávum
  • tú hevur góð tvørfaklig samstarvsevni og ert jalig/ur av lyndi
  • tú ert fleksibul og trívist í einum umhvørvi, har bæði ferðin og krøvini eru høg

Ein stórur partur av tínum arbeiði verður at samskifta við onnur. Tí er tað av týdningi, at tú dugir væl at samskifta skrivligt og munnligt (føroyskt, skandinaviskt og enskt), og at tú dugir at samstarva og samskifta við fólk frá øðrum fak- og vísindaligum økjum. Eindin hevur ofta nógvar ymiskar granskingarverkætlanir í gongd í senn, og tí er neyðugt, at tú ert fleksibul og eftir tørvi kanst traðka til í øðrum uppgávum á eindini.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv í einum akademiskum umhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum, har tú ert við til at mynda starvið
  • Eitt sjálvstøðugt arbeiði, har tú samstundis ert partur av einum toymi

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við leiðaran á Heilsugranskingareindini, Mariu Skaalum Petersen, á tlf. 216695 ella umvegis marsk@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 07.04.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið