Tórshavnar kommuna
Útgivið
20. marts 2024
Útgongur
15. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir leiðara til Miðstovnin at byrja 1. juni 2024 ella eftir nærri avtalu.

Miðstovnurin fevnir um vøggustovu- og barnagarðsvirksemi. Virksemini bæði húsast í dag hvør sær, og eru rúm og virksemi tillagað samsvarandi aldrinum. Stovnurin er staðsettur mitt í Tórshavn og eru Grasagarður, Býar bókasavnið og viðarlundin nærmastu grannar.

Eftir summarsteðgin verður Miðstovnurin skipaður sum tvær samstarvandi eindir.

Onnur eindin, Kongagøta, verður skipað sum ein siðbundin stovustovnur. Á ovaru hæddini verða tvær vøggustovur við 12 børnum í aldrinum 1 til 3 ár. Niðara hæddin verður skipað við tveimum barnagarðsstovum, har 18 børn í aldrinum 3 til 6 ár fara at ganga. Vit ynskja at tað er eitt gott og gevandi samstarv millum stovurnar og í húsinum.

Bæði ovara og niðara hæddin hava felags rúm, har ymiskt felagsvirksemi verður, so sum sangløtur, rørsluvirksemi, skapandi virksemi, sansavirksemi og verkstaðsvirksemi.

Hin eindin, Realskúlin, verður skipað sum ein sameindur funktiónsstovnur har børn í aldrinum 1 til 6 ár fara at ganga. Í Realskúlanum verður arbeitt funktiónsdeilt og merkir hetta, at rúmini hava ymiskar námsfrøðiligar funktiónir so sum sansarúm, spælirúm, rørslurúm, skapandi verkstað, útirúm og matarhøli.

Starvsfólkini eru knýtt at ávísum funktiónum og børnini flyta seg alt eftir áhuga og tørvi millum rúmini, við stuðli frá starvsfólkunum.

Leiðarin í Miðstovninum hevur leiðsluna av bæði stovudeilda virkseminum í Kongagøtu og funktiónsdeilda virkseminum í Realskúlanum. Tað verður settir tveir varaleiðarar, ein varaleiðari til Realskúlan og ein varaleiðari til Kongagøtu. Báðir varaleiðarar vísa til dagstovnaleiðaran.

Relatiónsarbeiði er berandi í øllum okkara námsfrøðiliga virksemi fyri bæði Kongagøtu og Realskúlan.

Vit leggja orku í at geva børnunum góðar spæliumstøður, tí okkara fatan er, at tað er í samspæli við tann vaksna og í gjøgnum spælið, at barnið lærir um seg sjálvan og sítt umhvørvi. Vit hava eina barnaáskoðan sum merkir, at vit møta einstaka barninum, har sum barnið er. Fyri okkum hava barnaárini eitt virði í sær sjálvum, og alt sum barnið hevur við í felagsskapin hevur týdning.

Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu, sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðiliga tænastan er í miðdeplinum. Einum leiðara, ið tekur ábyrgd og ynskir støðuga menning í egnum starvi, fyri starvsfólkini og av tí námsfrøðiligu tænastuni. Leiðarastarvið er tí ein samantvinnan av sjálvstøðugleika og samstarvi, har tú bæði fært avbjóðingar- og menningarmøguleikar.

Sum dagstovnaleiðari kemur tú at arbeiða í bygnaðinum, har dagstovnaøkið er skipað í fýra eindir. Endamálið við bygnaðinum er at skapa samanhang bæði í mun til námsfrøðiligu tænastuna og í mun til leiðsluna av dagstovnaøkinum. Dagstovnaleiðararnir vísa til eindarleiðaran.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið