Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
6. marts 2024
Útgongur
29. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Náttúruvísindadeildin.

Starv innan dátuvísindi við denti á tólneti er leyst at søkja á Náttúruvísindadeildini við setan skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Á Náttúruvísindadeildini eru bachelorútbúgvingar í lívfrøði, verkfrøði, KT-verkfrøði og Diplom í web-menning. Harafturat er masterútbúgving í dátuvísindum.

Starvsøkið
Starvssetanin verður sum adjunktur/lektari/professari ella námslektari kann eisini vera parttíðarstarv sambært ynskjum, førleikum og royndum umsøkjarans. Góðir menningarmøguleikar vera í starvinum, til dømis luttøka á skeiðum og ráðstevnum innan fakøkið.

Undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur í starvinum verða fyrst og fremst á masterútbúgvingini í dátuvísindum í skeiðinum tólneti, umframt í valskeiðum og verkætlanum innan tólnet. Harumframt verða undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur møguliga á øðrum skeiðum, sum eru knýtt at bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði og masterútbúgvingini í dátuvísindum. Væntað verður, at umsøkjarin kann luttaka í menning av nýggjum skeiðum og/ella útbúgvingartilboðum.

Granskingarparturin í starvinum sum adjunktur/lektari/professari verður í stóran mun tongdur at áhugamálum umsøkjarans. Fyri slík størv er viðkomandi, at tað í umsóknini verður víst á møguleikar fyri samstarvi við onnur vísindaumhvørvi í Føroyum og/ella uttanlands.

Førleikar
Fyri at verða settur í starvið sum adjunktur/lektari/professari ella námslektari, skal umsøkjari hava ph.d.-útbúgving ella M.Sc.-útbúgving í teldufrøði, verkfrøði ella náttúruvísindum.

Ynskiligt hava umsøkjarar undirvísingarroyndir á universitetsstigi í tólneti og/ella royndir við samskiftistøkni, teldunetverkum, stýrisskipanum, forritan, web-skipanum og dátugrunnum.

Adjunktstarv er tíðaravmarkað undirvísingar- og granskingarstarv, har tann setti skal virka fyri at menna sínar førleikar til at verða ájavnt við lektaraførleika. Adjunkttíðin er vanliga 4 ár, men kann, um umstøðurnar tala fyri tí, avtalast til 6 ár. Í góðari tíð, áðrenn adjunkttíðin gongur út, skal adjunkturin lata seg lektarameta, og tá kann adjunkturin setast í starv sum lektari, um metingin er jalig, og um umstøðurnar loyva hesum.

Størv sum lektari/professari ella námslektari við ph.d. eru føst størv, men kunnu í avmarkaðari tíð verða sett parttíð.

Námslektarar skulu fyrst og fremst hava góðan pedagogiskan førleika, vera góðir undirvísarar og hava nýggja gransking á avvarðandi vísindaøki sum grundarlag. Harafturat skulu námslektarar hava góðan fakligan førleika, rímiligan vísindaligan førleika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing.

Lektari skal hava sera góðan vísindaligan og fakligan førleika á sínum øki. Lektari skal hava góðan pedagogiskan førleika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking.

Professarar skulu hava besta vísindaliga og fakliga førleika, góðan pedagogiskan førleika og hollar fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking. Professarar hava evstu fakligu ábyrgdina av sínum fakøki. Professarar hava (undir umsjón frá dekani) serliga ábyrgd av góðskuni í gransking og undirvísing á sínum øki og at stuðla starvsfeløgum í fakligari menning.

Fyrimun hava umsøkjarar við góðum málførleikum í føroyskum, skandinaviskum og enskum. Víst verður í hesum sambandi til málpolitikkin hjá Setrinum, sum sæst her.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast CV, yvirlit yvir útbúgvingargongd og starvsroyndir og heil avrit av próvskjølum (ikki bert forsíður). Til starv sum adjunkt/lektari/professari skal umsóknin vera á enskum máli og innihalda stutta lýsing av granskingaráhugamálum umsøkjarans, og vísindaligu avrik umsøkjarans skulu leggjast við umsóknini (í mesta lagi 5 tey mest týðandi vísindaavrikini). Tú søkir starvið við at fylla hetta oyðiblaðið út og viðfesta viðkomandi skjølini.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist
Umsóknarfreist er mánadagin 29. apríl 2024.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hannes Gislason (hannesg@setur.fo), ph.d., professara, virkandi dekan og útbúgvingarleiðara fyri M.Sc. í dátuvísindum á Náttúruvísindadeildini, ella Hilmar Simonsen (hilmars@setur.fo), ph.d., varadekan, útbúgvingarleiðara fyri B.Sc. í KT-verkfrøði og Diplom í web-menning.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 130 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast. 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið