Búsetur
Útgivið
22. marts 2024
Útgongur
5. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir arbeiðsfólki til byggi og anlægsarbeiði skjótast til ber.

Vit rokna við, at tú ert røkin og álítandi og kann arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymi, har tað er neyðugt.

Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.

Lønin verður avtalað millum partarnar.

Starvið verður sett, skjótast gjørligt.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 5. Apríl 2024

Umsókn kann sendast til:

Sp/f Búsetur
Á Hjalla 24
188 Hoyvík
Ella á t-post: busetur@busetur.fo

Vil tú hoyra nærri um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Sjúrður Holm á telefon 210830

Búsetur er stovnað í 1987 og í løtuni hava vit á leið 60 fólk í starvi. Vit hava bæði størri og smærri arbeiði innan alt slag av bygging og umvæling, eins og vit kunnu átaka okkum uppgávur í sambandi við skipaumvælingar bæði aptering og garnering.Vit kunnu eisini átaka okkum entreprenørarbeiði. Vit leggja stóran dent á heilsu og trygd hjá starvsfólki og á umhvørvið sum heild. Vit eru ein álítandi fyritøka, og leggja dent á at hava nøgdar kundar.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið