HP Jarn
Útgivið
25. marts 2024
Útgongur
8. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

HP Jarn er ein leiðandi fyritøka í Føroyum innan innflutning og sølu av stáli, armeringsframleiðslu og útleigu av forskalling.

Vit søkja nú eftir arbeiðsfólki til ymiskt handaligt arbeiði í fyritøkuni.

Vit vænta, at tú ert ábyrgdarfull/ur og álítandi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í bólki, tá tað er neyðugt.

Vit bjóða góð og væl skipað arbeiðskor.

Talan er um fastlønt starv. Mánadag til fríggjadag frá 8 til 16.10

Løn sambært avtalu millum partarnar.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsókn skal sendast til:

HP Jarn Sp/f
Úti við Neyst 9
430 Hvalvík

T-postur: jakku@hpjarn.fo

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Jakku Guttesen á tlf. 757500

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið