Almannaverkið
Útgivið
5. marts 2024
Útgongur
5. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini
Talan er um avloysarastørv í skiftandi vaktum allar dagar í viku. Starvsstaðurin er í Streymoy ella í Vágunum.

Arbeiðsuppgávur
Eindin Sosialpsykiatri veitir tænastu til ung, vaksin og eldri, sum hava sálarligar avbjóðingar og tørv á persónligum stuðli fyri at megna gerandisdagin.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar. Arbeiðið er skipað eftir einari sosialnámsfrøðiligari tilgongd, har búfólk og borgarar verða stuðlað í at fáa ein innihaldsríkan og virknan gerandisdag, soleiðis at tey menna og viðlíkahalda sínar førleikar. Í arbeiðnum verður dentur somuleiðis lagdur á tað heilsufakliga.

Vit arbeiða tilvitað við relatiónum og út frá sterku síðum borgarans.

Førleikar
Øll eru vælkomin at søkja, men vit ynskja fyrst og fremst avloysarar við útbúgving ella sum eru lesandi innan fakbólkarnar námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, heilsuhjálpari, ergoterapeutur, fysioterapeutur ella sosialráðgevi.

Væntanir
Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, og at tú fært borgaran at kenna seg virdan, hoyrdan og sæddan. Tú ert tænastusinnað/-ur og vilt virka fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin. Dentur verður lagdur á gott samstarv og áræði. Vit vænta okkum tolnar, fyrikomandi og hjálpsamar starvsfelagar, sum trívast í einum umskiftandi arbeiðsdegi.

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi starv við fjølbroyttum uppgávum, við møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
  • Góða upplæring.
  • Góðar arbeiðsumstøður, har dentur verður lagdur á trivna og fakligheit.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Almannaverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum, Sosialpsykiatri. Tann, ið verður sett/-ur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Tú verður lønt/-ur við tímaløn sambært einum av hesum sáttmálunum, sum Fíggjarmálaráðið hevur við: Føroya Pedagogfelag fyri námsfrøðingar, Føroya Pedagogfelag fyri hjálparfólk, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya ella Starvsfelagið.

Umsókn
Tú søkir við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Eingin umsóknarfreist er, og umsóknir verða viðgjørdar so hvørt, tær koma inn. Vit seta okkum í samband við teg í seinasta lagi ein mánað eftir, at umsóknin varð móttikin.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Andreu Petursdóttir, eindarleiðara, á tlf. 297449. Les meira um eindina Sosialpsykiatri her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið