Heilsutrygd
Útgivið
11. marts 2024
Útgongur
22. marts 2024
Staður
Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Lýsing

Heilsutrygd søkir eftir barnsburðaravloysara fyri skrivstovufólk at starvast fulla tíð. Starvið er tíðaravmarkað frá umleið 15. mai 2024 til umleið 30. juni 2025.

Sum skrivstovufólk á Heilsutrygd, verða uppgávur tínar fjølbroyttar og fara m.a. at fevna um:

  • bókhalds- og roknskaparuppgávur
  • eftirlit av útreiðslum
  • málsviðgerð
  • vanligt skrivstovuarbeiði
  • at luttaka í øðrum uppgávum á Heilsutrygd eftir tørvi

Vit vænta, at tú hevur:

  • skrivstovuútbúgving, aðra viðkomandi útbúgving ella viðkomandi starvsroyndir
  • royndir við bókhaldi
  • góðan teldukunnleika
  • góð evni at orða teg á føroyskum í skrift og talu
  • góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við bókhaldi/roknskapi og kennir Búskaparskipan Landsins. Harumframt kann tað verða ein fyrimunur, um tú kennir vanligu Office-forritini og journalskipanina 360° (Skjalhald).

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið verður sett frá 15. mai 2024 ella eftir nærri avtalu.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran, Egil á Bø, á telefon 614002, ella á teldupostbústaðnum eab@heilsutrygd.fo.

Umsókn og avrit av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til:

heilsutrygd@heilsutrygd.fo

ella við brævposti til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-710 Klaksvík

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. mars 2024.

 

Um Heilsutrygd:
Heilsutrygd er almenn heilsutrygdarskipan, ið hin 1. januar 2010 avloysti gomlu skipanina við 11 sjúkrakassum kring landið. Harumframt umsitur stovnurin ein part av hjálparráðum, Kommunulæknaskipanina, Gigni og Økisheilsuskipanina.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið