Útgivið
12. juli 2021
Útgongur
25. juli 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Avsekkjarafólk til Fóðurdeildina

Framleiðslan er í støðugari menning, og vit søkja ágrýtin starvsfólk til fóðurdeildina at seta í starv sum skjótast.

Arbeiðsøki
Á Havsbrún eru 90 starvsfólk, harav 25 eru á Fóðurdeildini. Sum avsekkjarafólk á Fóðurdeildini ert tú partur av einum nærløgdum toymi við drúgvum royndum.

Arbeiðsuppgávurnar sum avsekkjari eru:

·         at tryggja at fóðurvørurnar verða pakkaðar og koyrdar út á liðugtvørugoymsluna

·         at hjálpa til við at útflýggja fóður til kundar

·         at hjálpa til við at fáa inngangandi fóðurrávørur á rávørugoymslu

Hesar arbeiðsuppgávur viðføra nógva koyring við trukki. Harafturat luttekur tú eisini í arbeiði við viðlíkahaldi og reingerð av útgerð og virki umframt annað fyrifallandi.

Fóðurframleiðslan er í gongd alt samdøgrið, og arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Tín vangamynd
Vit vænta ert tú væl skipað/ur, tekur við ábyrgd og hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Nærlægni eyðkennir teg, og tú hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar og virksemið á Havsbrún. Vit vænta, at tú hevur grundleggjandi telduførleikar.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt spennandi og støðugt starv í einari fyritøku í menning. Vit hava starvsfólkatryggingar, góða kantinu og gott samanhald millum starvsfólkini á Havsbrún.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Rúna Weihe, deildarleiðara, á tlf. 214499 ella teldupost ruw@havsbrun.fo

Umsókn
Vit ynskja at seta fólk í starvið sum skjótast. Tískil verða umsóknir viðgjørdar leypandi, so hvørt tær koma inn. Umsóknarfreistin er 25. juli. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Um Havsbrún
Havsbrún er altjóða viðurkent virki við trimum framleiðsludeildum:

 

- Mjøldeildin, ið framleiðir fiskamjøl og lýsi

 

- Fóðurdeildin, ið framleiðir fóður til laks

 

- Nýggja Laksadeildin, ið framleiðir mjøl og lýsi burturúr laksainnvøli

 

Havsbrún er partur av Bakkafrost samtakinum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Harumframt hevur Bakkafrost stórt virksemi í Skotlandi og USA.

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið