Umhvørvisstovan
Útgivið
19. marts 2024
Útgongur
10. april 2024
Staður
Traðagøta 38, 160 Argir, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
sigurdj@us.fo

Lýsing

Umhvørvisstovan søkir eftir dugnaligum avloysara fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi. Starvið verður skipað við tilvísing til stjóran og snýr seg í høvuðsheitum um at skipa og røkja samskiftið hjá stovninum innanhýsis og uttanhýsis.

Um starvið
Starvið fevnir millum annað um at:

  • Røkja og menna intranet, heimasíðu og samskifti á sosialum miðlum.
  • Arbeiða við eini samskiftisætlan.
  • Vegleiða í og framleiða skrivligt tilfar.
  • Samskipa ársfrágreiðingar og onnur lýsingar- og kunningarátøk.

Møguleiki er fyri at loysa aðrar uppgávur innan starvsfólkaøkið treytað av førleikum og áhuga.

Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:

  • hevur hægri útbúgving innan samskifti, fyrisiting ella aðra viðkomandi útbúgving.
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
  • hevur royndir við at umsita heimasíður og sosialar miðlar.
  • ert skipað/ur og hevur strategiskt tev.
  • dugir væl at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum og enskum.
  • tolir skiftandi arbeiðstrýst.

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir við at nýta grafisk forrit.

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett 15. mei 2024 ella skjótast gjørligt eftir tað. Starvið er tíðaravmarkað til august 2025 og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan á Argjum.

Umsókn, prógv, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. apríl 2024. Søk her.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, á telefon 234388 ella við telduposti til sigurdj@us.fo.

Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis- og náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív.

Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til persónligar umstøður til at søkja starvið.

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið