Landssjúkrahúsið
Útgivið
15. marts 2024
Útgongur
14. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heilsugranskingareindin hevur tørv á einum hagfrøðingi, gjarna einum sokallaðum biostatistikara, at veita hagfrøðiliga vegleiðing og stuðul til granskarar. Sum hagfrøðingur í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum fært tú ein serstakan møguleika at vera við til at menna heilsugransking í Føroyum. Tú kemur at arbeiða í einum dynamiskum arbeiðsumhvørvi, verður partur av einum granskingartoymi og fært møguleika at seta tíni egnu fakligu fingramerkir.

Um starvið
Talan er um nýstovnað starv á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum. Heilsugranskingareindin hevur m.a. til endamáls at savna heilsugransking á einum stað og at stimbra og stuðla undir heilsugransking í Sjúkrahúsverkinum. Eindin skal tryggja, at heilsugranskarar fáa nøktandi stuðul til at skriva umsóknir, søkja um granskingarstuðul, útinna gransking o.s.fr. At seta ein hagfrøðing er ein liður í arbeiðinum at styrkja stuðulsfunktiónirnar í Heilsugranskingareindini og arbeiðinum fram móti at gerast eitt universitetssjúkrahús. Sum hagfrøðingur í Heilsugranskingareindini verður tú sostatt partur av stuðulsfunktiónum, og tín uppgáva verður m.a. at vegleiða granskarar umframt at fremja hagfrøðiligar analysur.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Hjálpa og vegleiða granskarar í t.d. val av hagfrøðiligum analysum í analysuætlanum
  • Hjálpa og vegleiða granskarum, so teir kunnu fremja hagfrøðiligar analysur
  • Fremja hagfrøðiligar analysur av epidemiologiskum og øðrum heilsudata og gera skrivliga skjalfestan av hesum t.d. í arbeiðinum við vísindaligum greinum
  • At miðla og framleggja vísindalig úrslit munnliga og skrivliga til ymiskar málbólkar
  • At undirvísa t.d. á phd-skeiðum, masterskeiðum umframt í Sjúkrahúsverkinum
  • Í ávísan mun eisini at arbeiða við handfaring av data (data management), herundir datakobling og uppreinsan, og øðrum uppgávum, sum ikki hava beinleiðis samband við hagfrøði at gera

Førleikar
Tú hevur kandidatútbúgving innan hagfrøði, støddfrøði ella líknandi og gjarna PhD. Tú hevur royndir við at handfara og arbeiða við heilsudata, og tú hevur góðan kunnleika til umfatandi statistiskar metodur m.a. trend og tíðarseriur, regressións- og sensitivitetssanalysur, handfaring av endurtiknum mátingum, multilevel- og mediatiónsanalysum, áhuga fyri causal inference og ágrýtni at læra teg nýggjar statistiskar hættir. Um tú ikki hevur royndir við hagfrøðiligum analysum av heilsudata, er av stórum týdningi, at tú hevur áhuga og áræði at fáa hendan førleika.

Harumframt leggja vit dent á, at

  • tú hevur royndir við heilsugransking
  • tú dugir at planleggja, raðfesta og arbeiða bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við onnur
  • tú trívist við broytiligum arbeiðsviðurskiftum
  • tú megnar at arbeiða við skiftandi verkætlanarlíknandi uppgávum
  • tú hevur góð tvørfaklig samstarvsevni og ert jalig/ur av lyndi
  • tú ert fleksibul og trívist í einum umhvørvi, har bæði ferðin og krøvini eru høg

Ein stórur partur av tínum arbeiði verður at samskifta við onnur. Tí er tað av týdningi, at tú dugir væl at samskifta skrivligt og munnligt (føroyskt, skandinaviskt og enskt), og at tú dugir at samstarva og samskifta við fólk frá øðrum fak- og vísindaligum økjum.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv í einum akademiskum umhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum, har tú ert við til at mynda starvið
  • Eitt sjálvstøðugt arbeiði, har tú samstundis ert partur av einum toymi
  • Eitt dynamiskt arbeiðsumhvørvi, har tú fær møguleika fyri at læra nýtt og evt. við tíðini at uppstíga akademiskt, eftir tørvi og rásarúmi hjá stovninum

Lønar og setanartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við leiðaran á Heilsugranskingareindini, Mariu Skaalum Petersen á tlf. 216695 ella umvegis marsk@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 01.04.2024.

Talan er um eitt fultíðarstarv við starvsbyrjan 01.05.2024 ella eftir nærri avtalu

Vinarliga søk starvið her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið