Útgivið
29. november 2021
Útgongur
12. december 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Bókhaldari til Visit Tórshavn

Visit Tórshavn søkir eftir ágrýtnum og álítandi bókhaldara at arbeiða uml. 30 tímar um vikuna.

Í hesum starvinum kemur tú at røkja alt bókhaldið og aðrar vanligar skrivstovuuppgávur hjá okkum, so sum at avgreiða fyrispurningar á telefon og við telduposti, senda tilfar út og annars annað fyrifallandi arbeiði á skrivstovuni hjá Visit Tórshavn.

Av tí, at tú dagliga kemur at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi, at tú ert positiv/ur og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk menniskju.

Vit leita eftir tær sum:
-Hevur drúgvar royndir við serliga bókhaldi og hartil viðkomandi útbúgving
-Hevur góðar málsligar førleikar bæði í talu og skrift á føroyskum, norðurlendskum og enskum
-Viðkomandi teldukunnleika til vanligu forritini
-Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, tí arbeiðsferðin ofta er høg
-Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur ein eyðsýndan røkjuskap í øllum tú gert
-Eisini hevur toymishugburð og ikki er bangin fyri at veita eina hjálpandi hond, tá starvsfelagarnir hava tørv á tí

Vit kunnu bjóða tær:
-Eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum samskifti úteftir
-Eitt gott og hugnaligt arbeiðsumhvørvi í hjartanum av Havnini
-Tú verður partur av einum toymi við 7 starvsfólkum

Løn og setanartreytir:
Fast starv, har tú verður lønt/ur eftir aftalu.

Umsókn:
Umsóknir til starvið við avritum av prógvum og viðmælum skulu sendast til liljanw@torshavn.fo

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 12. desember og verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið verður sett skjótast til ber.

Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta meiri um starvið við at seta seg í samband við Liljuna Weihe, stjóra, á tel 288482 ella við telduposti til liljanw@torshavn.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið