Tórshavnar kommuna
Útgivið
20. marts 2024
Útgongur
3. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Býarbókasavnið søkir avloysara fyri bókavørð í farloyvi. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fram til 1. januar 2025 og verður sett skjótast til ber.

Sum bókavørður á Býarbókasavninum kunnu vit bjóða tær eitt áhugavert og fjøltáttað starv á einum livandi, nútímans bókasavni mitt í hjartanum í Havnini.

Starvið sum bókavørður krevur fakligar førleikar at røkja bókavarðauppgávur, sum eitt nú savnsrøkt, miðlan og vaktir í útláninum og á barnabókasavninum.

Umráðandi er, at tú ert kreativ/-ur, sjálvstøðug/-ur og fleksibul og at tú hevur serligt hegni innan miðlan og kann hugsa sjálvstøðugt og taka sjálvstøðugar avgerðir.

Tú verður partur av einum kreativum toymi, ið fæst við átøk og menning av nýggjum hugskotum innan miðlan av tilfari og tilboðum bókasavnsins, sum skal vekja áhuga fyri bókmentum, upplýsing og mentan.

Tann, ið settur verður, hevur um hendi dagføring og viðlíkahald av heimasíðu og framleiðslu av miðlatilfari.

Arbeitt verður í vaktum, og fevnir arbeiðið eisini um kvøldarbeiði, umframt ávísar leygar- og sunnudagar.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið