Útgivið
9. april 2022
Útgongur
23. april 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Bráðfeingis tørvur á køksfólki til flóttamóttøkuhúsið

Reyði Krossur leitar eftir einum ella tveimum køksstarvsfólkum at arbeiða við matgerð í tímaløntum starvi í nýggja Flóttamóttøkuhúsinum.  

VIT VÆNTA, AT TÚ:

  • Brennur fyri at gera ein mun fyri onnur
  • Ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir
  • Hevur royndir at arbeiða í einum køki
  • Hevur royndir við at bíleggja og gera mat

VIT KUNNU BJÓÐA TÆR
Eitt nýtt og spennandi arbeiði, har tú veruliga kann gera mun fyri onnur.

Førleikamennandi skeið frá Reyða Krossi.

Spennandi arbeiðsumstøður, sum til tíðir kunnu vera skiftandi og mugu tillagast innan stutt skotsbráð

SETANARTREYTIR
Tørvur er á køksstarvsfólki at byrja beinanvegin. Vit vænta, at starvsfólk eru smidlig í mun til tey tíðarskeið, ið arbeitt verður.

Starvsstaðurin er í fyrstu atløgu í Tórshavn. Hetta kann tó broytast.

Um hetta hevur tín áhuga, mæla vit til at senda okkum umsókn og viðkomandi skjøl beinanvegin. Tó ber eisini til at senda umsókn so leypandi. Send umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl á starv@redcross.fo

UM REYÐA KROSS
Við sjálvbodnari orku tálmar og bøtur Reyði Krossur Føroya um menniskjaliga neyð, líðing og mismun. Alt arbeiðið hjá Reyða Krossi byggir á sjey aðalreglarnar: At vera menniskjalig, ópartísk, uttanveltað, óheft, sjálvboðin, ein eind og at vera algildug. Les meira um Reyða Kross á www.redcross.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið