Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
21. juni 2023
Útgongur
3. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Klaksvíkar kommuna søkir eftir tveimum røskum byggi- ella húsasmiðum til Vegadeildina at byrja 1. august ella eftir nærri avtalu.

Á Vegadeildini eru uppgávurnar fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av vegum og gongubreytum, fríðkanararbeiði runt um í kommununi, kaðalgrevstur og aðrar fyrifallandi uppgávur.Starvsfólkini koma í mestan mun at fáast við betong og timburarbeiði í samband við umvælingar av gongubreytum, kantsteinum, gørðum og øðrum fyrifallandi arbeiðsuppgávum.

Førleikakrøv
- Útbúgving sum byggi-, húsasmiður ella arbeiðsroyndir í kunnu sammetast.
- Vit ynskja, at tú hevur góð handalig evni og hevur hug at seta teg inn í nýggj arbeiðsøkir.
- Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og lættliga kunna fara til verka við teimum fjølbroyttu uppgávunum á Vegadeildini.
- Tú skalt hava stóra koyrikorti.
- Sum persónur ert tú arbeiðssom/samur, ágrýtin og væl skipað/ur.
- Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at samstarva og síggja loysnir.

Setanarviðurskifti
Talan er um tvey tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt eftir sáttmála millum KAF og Føroya Handverkarafelag, umframt eyka samsýning. Arbeiðstíðin er gerandisdagar ímillum kl. 08.00 og 17.00, tó kann í ávísum tíðarbilum verða nakað av arbeiði í vikuskiftum og um kvøldarnar.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, ella ert tú áhugaður at hoyra meira um størvini kanst tú ringja ella skriva til Kristoffur Olsen, leiðara á Kloakk- og vegadeildini á tlf. 229088 ella kristoffuro@klaksvik.fo.

Umsókn við lívsgongdarlýsing (cv) og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast mánadagin 3. juli 2023.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Byggi- ella húsasmiðir til Vegadeildina

Um Klaksvíkar kommunu
Klaksvíkar kommuna fevnir umframt Klaksvík eisini um bygdirnar Ánir, Norðoyri, Árnafjørð, Svínoy, Syðradal, Húsar, Mikladal og Trøllanes. Sum starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu gerst tú partur av einum fjølbroyttum og framsøknum arbeiðsumhvørvi. Áleið 15 fólk eru knýtt at vegadeildini hjá Klaksvíkar kommunu.

Líknandi størv

26. april 2024
Vit søkja eftir bilførara   Faroe Islands nýtt
24. april 2024
Starvsfólk til reingerð   Faroe Islands nýtt
24. april 2024
24. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið