P/F ArtiCon
Útgivið
6. marts 2024
Útgongur
4. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Er tú nýútbúgvin verkfrøðingur ella manglar tú eitt praktikpláss her og nú? Er tú klárur at byrja tína yrkisleið sum verkfrøðingur? Vit kunnu kanska uppfylla tín dreym! Tú kemur at arbeiða í tunnilsarbeiði og kann byrja beinanvegin! Vit hava tørv á tveimum nýggjum verkfrøðingum ella lesandi innan verkfrøði, sum ynskja praktikpláss.

Arbeiðsøki

Starvið sum nýggjur verkfrøðingur fevnir í høvuðsheitum um fylgjandi uppgávur:

  • Uppfylging og viðlíkahald av KS-skipan
  • Uppfylging og viðlíkahald av HTU-skipan
  • Nøgdar útrokningar og málibrøv
  • Aðrar viðkomandi uppgávur

Tín vangamynd

Persónligir førleikar

  • Góð samstarvsevni
  • Dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst
  • Arbeiðssom/-samur
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult
  • Arbeiðir málrættað og er ruddiligur

Fakligir førleikar

  • Tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan verkfrøði ella vera ígongd við útbúgingina og skal hava praktikkina nú.
  • Tú er væl fyri innan stødfrøðina
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur nakrar praktiskar royndir frá einum byggiplássi, men ikki eitt krav.

Vit bjóða

  • Fyri rætta persónin er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
  • Tú kemur at arbeiða í einum toymi av verkætlanarleiðarum, teknikarum og arbeiðsleiðarum.
  • Tú kann vænta at uppliva eitt spennandi arbeiðspláss á høgum fakligum støði við góðum trivnaði og fjøllbroytni
    bæði í aldri, kyni og mentan.Vit kunnu bjóða tær eina spennandi yrkisleið fyri framman.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið