TAKS
Útgivið
16. april 2024
Útgongur
7. maj 2024
Staður
Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
eym@taks.fo

Lýsing

Sum fíggjarleiðari hjá TAKS stýrir tú roknskapinum fyri næstan alla inntøku landsins og ávísar grunnar. Roknskapurin er upp á nakrar milliardir, og fremsti lutur tín er at tryggja, at hann passar upp á prikkin.

Starvið er leyst, og tú kanst søkja tað
Sum fíggjarleiðari hjá TAKS hevur tú eisini aðrar týðandi uppgávur, teirra millum at:

  • gera hagtøl og greiningar,
  • effektivisera arbeiðsgongdir,
  • stíla fyri og luttaka í verkætlanum,
  • hava ábyrgd av innaneftirliti og rakstri stovnsins,
  • halda skil á teimum inntøkum, ið stovnurin umsitur.

Saman við leiðsluni fert tú eisini at menna verandi KT-skipanir og at íverkseta roknskapar- og leiðsluamboð fyri stovnin.

Aftur at tær á fíggjardeildini hevur tú trettan megnarfólk, herundir bókhaldsfólk, fíggjarfrøðing og dátugreinara. Tú verður partur av stovnsleiðsluni og vísir beinleiðis til stjóran.

Um teg
Tú ert kveikjandi og samstarvandi og hevur áhuga fyri leiðslu. Tú ræðist ikki broytingar og sært skjótt nýggjar leiðir til at røkka málum stovnsins innan strategiskar verkætlanir.

Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving, leiðsluroyndir í roknskapi og fíggjarstýring og kennir føroysk samfelagsviðurskifti og fíggjarviðurskifti væl. Tú hevur førleikar í kunningartøkni og roknskaparamboðum og áhuga fyri løgfrøði. Málsliga loftar tú tær á føroyskum, enskum og donskum.

Setanartreytir
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Talan er um fulltíðarstarv, ið ætlandi verður sett skjótast gjørligt. Høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Umsóknarfreistin er týsdagin, 7. mai 2024

Send umsókn tína talgilt á umsóknarsíðu okkara.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðun Mørkøre, stjóra, á 35 26 00 ella á eym@taks.fo.

TIL UMSÓKN

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið