FK Í HOYVÍK
Útgivið
22. december 2022
Útgongur
31. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú til reiðar til eitt nýtt og spennandi starv? Starvið sum deildarstjóri í Føroya Keypssamtøku í Hoyvík er leyst at søkja.

Í FK í Hoyvík eru 70 starvsfólk, ið skulu hava ein nýggjan deildarstjóra, sum skal ganga á odda og menna handilin. Tú skalt saman við øðrum dugnaligum deildarstjórum vera við til at menna eina av Føroya størstu handilsketum.

FK er ein siðbundin handil við nógvum trúgvum kundum. Tí leggja vit dent á alla tíðina at bjóða okkara kundum eina góða kunduppliving.

Vøkstur og gleði
Tú skal saman við samtaksleiðsluni standa fyri støðugum vøkstri og menning bæði av handli og starvsfólki. Tí er neyðugt, at tú hevur góð evni at leiða og útdelegera uppgávur, eins og tú dugir at fáa onnur við tær. Tú dugir at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi og góð úrslit saman við starvsfólkinum. Tíni avrik verða mett eftir yvirskoti og evnum at skapa ein handil við góðum og mennandi umhvørvi fyri starvsfólk og kundar.

Í samstarvi við leiðsluni er tað tú, ið

  • skipar dagliga leiðslu og vitanardeiling, ið skapar framfýsni og menning
  • tryggjar góð úrslit
  • tryggjar rúmligt arbeiðsumhvørvi, har øll hava rúm at trívast
  • setur í starv og tryggjar røttu samansetingina av toyminum
  • sær evnir hjá starvsfólki og eggjar teimum til at mennast
  • Leggur til rættis, skipar fyri og fylgir átøkum upp

Tín tilgongd skapar framburð
Sjálvt um tú ofta skalt avgreiða uppgávur her og nú, hugsar tú langskygt og strategiskt. Hetta sæst aftur í tí virkisætlan, ið tú gert saman við samtaksleiðsluni. Hesa ætlan mennir tú støðugt og livir eftir. Við tínum leiðsluroyndum úr detailhandli tekur tú tær av allari dagligari leiðslu. Sum ein modernaður leiðari dugir tú samstundis at skapa eitt arbeiðsumhvørvi, har tað er vítt til veggja, samskifti er gott og møguleikar eru at mennast. Tú dugir væl at samstarva og menna sambond. Tú ert ikki bangin fyri at biðja um hjálp, eins og tú altíð ert fús/ur at hjálpa.

Tú selur bæði góðar vørur og góð virði
Í FK Hoyvík ynskja vit at gera gerandisdagin lættari, sunnari, meira vistfrøðiligan og burðardyggan. Hetta uttan at gera kompromi við góðskuni. Tí tað eru altíð nýggjar verkætlanir, ið ávirka gerandisdagin hjá okkara kundum. Hetta megnar tú, tí tú av fullum huga gongur fremst og stendur fyri øllum – líka frá burðardyggum pakningi, djóravælferð til lættari máltíðir í einum skundmiklum gerandisdegi. Samstundis hevur tú frælsi at seta tín egna dám á handilin. Harafturat hevur tú samtaksstjóran og hinar deildarstjórarnar at sparra við.

Vi vænta, at

  • tú hevur royndir sum deildarstjóri/handilsleiðari/vøruhússtjóri
  • tú hevur góð úrslit innan leiðslu, sølu og rakstrarleiðslu og virkismenning

Kunnleiki til rakstraramboðini hjá Coop er ein fyrimunur

Vit bjóða bæði persónliga og fakliga menning og lokkandi ágóðar:

  • Karmar, ið geva tær møguleika at folda teg út handils- og leiðsluliga
  • Eina engasjeraða, jaliga og visionera stjórn
  • Góða løn
  • At byrja í april 2023 ella eftir nærri avtalu

Um tú vilt byrja eitt nýtt kapittul í tínum arbeiðslívi?

Hevur tú spurningar, so ring til stjóran Súsannu Poulsen Tlf. +298-212575

Sølustjóran Kristian Wolsing Tlf. +45-2444 7433

eller HR-virkispartnaran Kristina Kumini Tlf. +45-2129-7600.

Ein setanarbólkur stendur fyri setanartilgongdini

Søk áðrenn 31. januar 2023. Vit viðgera umsóknirnar so hvørt tá tær koma inn.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið