Landsapotekarin
Útgivið
11. maj 2023
Útgongur
29. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum dugnaligum farmaseuti at arbeiða við kliniskari farmasi á sjúkrahúsi

L

Klinisk farmasi er í støðugari menning, og vit hava tørv á nýggjum kreftum til at lyfta kliniskar farmaseutiskar uppgávur í apoteks- og heilsuverkinum.

Uppgávurnar eru :

  • Klinisk farmaci í sjúkrahúsverkinum
    • Heilivágstænastu og skynsom farmakoterapi
    • Ráðgeving á deildunum á Landssjúkrahúsinum um heilivág
    • Loysa logistiskar uppgávur
    • Viðlíkahald av heilivágsmodul í Cosmic
    • Undirvísing av heilsustarvsfólki
    • Fyrifallandi uppgávur og verkætlanir innan kliniska farmasi
    • Menning av kliniskum farmaseutiskum tænastum millum Apoteksverkið og Sjúkrahúsverkið

 

Krøv til umsøkjarin :

  • Hevur stóran áhuga og royndir innan kliniska farmasi
  • Hevur royndir innan skynsama farmakoterapi
  • Hevur royndir innan kliniska farmasi á sjúkrahúsi
  • Er tilvitað/ur um góðsku og góðskuskipanir og hevur áhuga í at betra um góðskuna av heilivágsuppgávunum í primera og sekundera geiranum
  • Kunda og tænastusinnað/ur og hevur evni til at skapa góð sambond uppá tvørs av siðbundnum og fakligum mørkum
  • Hevur royndir í samstarvi við onnur heilsustarvsfólk
  • Hevur áhuga í og vitan um heilsuverkið sum heild
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Er framlig/ur og opin
  • Er undangongufólk og trívist við at hava nógvar ymiskar avbjóðingar
  • Tolir broytingar í innihaldi og vavi av arbeiðsuppgávunum
  • Góð samskiftisevni í skrift og talu
  • Hevur staðið danskt farmaseutiskt kandidatprógv ella líkt prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond

 

Vit bjóða:

Eitt ára tíðaravmarka fulltíðarstarv frá 01.09.23 – 31.08.24.
Eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðið við fjølbroyttum uppgávum.
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharmadanmark.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú venda tær til Niels Joensen á tlf. 213097 ella t-post: nielsj(at)apotek.fo

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. mai 2023.

Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið