MEST
Útgivið
12. april 2024
Útgongur
10. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

MEST søkir eftir goymsluábyrgdara til amboðsgoymsluna í Havn.

Hjá MEST eru amboðini vissan fyri, at vit kunnu fremja tað í verki, sum viðskiftafólkinum tørvar. Amboðsgoymsla okkara má tí vera væl skipað, og amboðini í góðum standi. Sum tann, ið hevur ábyrgd av amboðsgoymsluni, ert tú ein lyklapersónur í virksemi okkara.

Í starvinum fert tú at

  • røkja amboð og arbeiðsgoymslu
  • tryggja, at MEST altíð hevur røttu amboðini klár,
  • samskipa uppgávur, tá ið lærlingar eru á amboðsgoymsluni,
  • útflýggja, innheinta og skráseta amboð til starvsfólk og viðskiftafólk.

Vit ynskja, at tú

  • ert opin og dugir væl at samskipa,
  • hevur telduførleikar á brúkarastigi,
  • ert framfýsin og vilt umsita amboðsgoymsluna við ágrýtni.

Tað er ein fyrimunur, um tú ert maskinsmiður ella hevur samsvarandi arbeiðsroyndir.

Vit bjóða tær

Eitt spennandi og fjølbroytt starv og arbeiðspláss, har trivnaður hevur stóran týdning, har viðurskiftini eru skipað og trygg, og har møguleikar eru at menna seg bæði fakliga og persónliga.

Løn

Lønin verður eftir royndum og førleikum.

Umsóknarfreistin er 10. mai 2024
Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Dánjal Jákup í Soylu, rakstrarleiðara, á telefon 791231 ella á djs@mest.fo

--

Vit eru MEST
Ein fyritøka á fimm hundrað hegnig fólk, sum hvønn morgun tørna til á føroyskum skipasmiðum og verkstøðum og í frálandavinnuni úti í heimi. Vit smíða og bøta um bátar og skip, tilevna tól úr klingandi stáli, skaffa nýtt fyri slitið og brotið og hiva og sleipa mangt less upp á pláss.

Vit eru í Havn, Runavík og á Skála, og hevur tú hug og hendur, kanst tú koma við.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið