Klima
Útgivið
13. marts 2024
Útgongur
14. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum dugnaligum service teknikara at byrja skjótast gjørligt. Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv, har tú kemur at hava ein týðandi leiklut og verður við til at mynda Klima út til kundan.

Um starvið
Sum service teknikari hjá okkum, kemur tú út til nógvar ymiskar kundar kring alt landið. Uppgávurnar verða m.a. at ráðgeva okkara kundum, og at veita og viðlíkahalda ymiskar tekniskar installatiónir.

Um teg
Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, at tú ert fyrikomandi, nærløgd/nærlagdur og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil, og at tú hevur viðkomandi royndir ella útbúgving.

Setan
Starvið verður sett skjótast gjørligt og verður lønt sambært avtalu.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jens Kristian Haraldsen, stjóra, á tlf. 233 555.

Umsókn
Umsóknarfreistin er 14. apríl 2024.

Umsókn við lívsrensli, prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til jkh@klima.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Klima er fyritøka í støðugari menning. Vit veita ymiskar tekniskar loysnir, m.a. orku-, hita-, ventilatións- og hitapumpuskipanir, eins og vit veita viðlíkahaldstænastur til kundar okkara. Vit kunnu bjóða tær eitt mennandi og fjølbroytt starv í einum toymi við góðum samanhaldi og góðari leiðslu.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið