Vørn MRCC
Útgivið
24. august 2023
Útgongur
11. september 2023
Staður
Fiskiveiðieftirlitið, postsmoga 347, 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
journal@vorn.fo

Lýsing

Tvey størv sum eygleiðara umborð á fiskiskipum, verða hervið lýst leys, at seta sum skjótast. Talan er um fast starv.

Starvið fevnir m.a. um hesar uppávur:

  • Skráseta, skriva frágreiðing um fiskiskapin og staðfesta hvar fiskað verður
  • Kanna og meta um veiðuna
  • Skráseta útblaking, hjáveiðu og veiðu av undirmátsfiski
  • Kanna fiskireiðskapin
  • Kanna dagbókaføringina
  • Kanna veiðu í hvørjum einstøkum háli
  • Taka sýnir
  • Fylgja við um fylgisveinaeindin er virkin og sambært ásetingunum
  • Boða frá møguligum brotum á loyvistreytirnar

Førleikakrøv:

  • Fiskivinnutøkningur, ella aðra viðkomandi útbúgving. Fyrimunur men ikki krav.
  • Royndir innan ymiskar veiðihættir
  • Heilsuváttan fyri sjómenn.
  • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.
  • Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og óheft.

Setanartreytir:
Lønin er sambært stig 35 í tænastumannalønartalvuni. Starvið er tó ikki tænastumannastarv. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí.

Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið.

Starvsheiti er eygleiðari.

Tann í sett/ur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.

Áðrenn setan kann almenn revsiváttan umbiðin.

Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum, og møgiligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 11. sep. 2023 kl. 12:00.

Umsóknir skulu sendast til :

Fiskiveiðieftirlitið, postsmoga 347, 110 Tórshavn.

Ella sum teldupostur til: journal@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 31 10 65 og tosa við Meinhard Gaardlykke, fulltrúa.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið