Almannaverkið
Útgivið
26. marts 2024
Útgongur
8. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Almannaverkið søkir eftir fakligum ráðgeva við góðum greiningarevnum til verkætlanararbeiði í Tankasmiðjuni.

Um starvið

Talan er um fast starv fulla tíð at seta skjótast gjørligt. Møguleiki er at tillaga tímatalið. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum, og starvsstaðurin er í høvuðssætinum hjá Almannaverkinum á Staravegi 18 í Havn.

Arbeiðsuppgávur

Tankasmiðjan er ein verkætlanarstýrdur partur av Stjórnarskrivstovuni í Almannaverkinum. Tú vísir til deildarleiðaran í Stjórnarskrivstovuni, men uppgávurnar eru knýttar beinleiðis at stjórn.

Tú fert at veita stjórn serkøna ráðgeving í málum, ið fevna um allan stovnin við framtíðini í huga. Høvuðsuppgávan er at gera kanningar, greiningar og lýsingar av sosialum viðurskiftum og framtíðar útlitum og møguleikum á sosiala økinum í Føroyum. Í starvinum krevst eitt tætt samskifti við eindir og deildir í Almannaverkinum, men eisini samskifti við uttanhýsis aktørar og samstarvspartar hjá Almannaverkinum.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið