Apoteksverkið
Útgivið
8. marts 2024
Útgongur
1. april 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági?

So eru sjey lærupláss sum farmakonomur leys at søkja:

5 á Tjaldurs Apoteki

2 á Norðoya Apoteki, harav annað læruplássið er sum kombi-næmingur, har tú ein part av lærutíðini kemur at starvast á Framleiðsluapotekinum.

Farmakonomútbúgvingin er fjøltáttað. Tú lærir m.a. um kroppin, heilivág, heilivágsframleiðslu, lóggávu, góðskustýring, samskifti og marknaðarføring.

Um læruplássini
Sum farmakonomnæmingur á apotekinum kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólki í samband við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum. Harafturat kemur tú at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, sjúkrahús, røktarheim og bústovnar.

Sum kombinæmingur kemur tú umframt at arbeiða á apotekinum, eisini at verða knýttur at Framleiðsluapotekinum og Sjúkrahúsverkinum. Á Framleiðsluapotekinum lærir kombinæmingurin um framleiðslu av heilivági, pakking av heilivági í skamtanarposar og góðskutrygging av heilivágsframleiðslu.

Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum, Pharmakon, í Hillerød. Útbúgvingin telur 180 ECTS. Lærutíðin er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Farmakonomforeningen.

Les meira á farmakonomuddannelsen.dk.

Til farmakonomútbúgvingina krevst, at tú:

  • hevur miðnámsprógv ella prógv sum heilsurøktari
  • hevur áhuga í sølu og brennir fyri at veita góða tænastu
  • ert røkin, væl skipað/ur og góðskutilvitað/ur
  • dámar nýggjar avbjóðingar
  • ert búgvin og tekur ábyrgd
  • dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum í bæði skrift og talu
  • hevur góð samstarvsevni

Lærutíðin byrjar 1. september 2024. Møguleiki er, at tú byrjar sum hjálparfólk 15.mai ella eftir avtalu.

Á apotekinum er okkara aðalmál altíð at veita bestu tænastuna. Stórur dentur verður lagdur á dagførda kunning og samskifti við viðskiftafólk. Hetta krevur, at tú sum útbúgvin farmakonomur støðugt verður førleikamentur.

Nærri kunning
Eru spurningar ert tú vælkomin at ringja á tlf. 404040 ella skriva til:

  • Nannu Knudsen, apotekara á Norðoya Apoteki, á nanna@apotek.fo
  • Beintu Joensen, deildarleiðara á Tjaldurs Apoteki, á beinta@apotek.fo
  • Eisabeth Joensen Næs , deildarleiðara á Framleiðsluapotekinum, á ejn@apotek.fo

Umsóknir
Umsóknir saman við viðkomandi prógvi og lívsrensli skulu sendast við at trýsta á hetta leinkið https://starv.apotek.fo/Application/Index/56 í seinasta lagi mánadagin 1. apríl 2024.

Skriva í yvirskriftina, hvar tú ynskir at sleppa í læru. Vinarliga tilskila í umsóknini til Norðoya Apotek, um tú eisini ert áhugað/ur í læruplássinum sum kombinæmingur.

Sí nærri um Apoteksverkið á www.apotek.fo ella á Facebook/Instagram-síðuna hjá Apoteksverkinum, har farmakonomnæmingar hava gjørt ein film um tað at vera næmingur.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið