Fuglafjarðar Kommuna
Útgivið
20. marts 2024
Útgongur
3. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennur tú fyri trivnaðinum og menningini hjá tí einstaka barninum?
Kundi tú hugsa tær at arbeitt miðvíst við ”Betri vinir” og motoriskari sansastimbran?

Vit sóknast eftir føstum avloysara, ið vil vera við í okkara menningararbeiði og sum ynskjur at starvast í einum umhvørvi, har ein kann vera við til at mynda og seta sín dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum.

Stropin byrjaði sítt virksemi í septembur 2012 og er ætlaður 72 børnum í aldrinum 0-6 ár. Á stovninum eru fimm stovur: tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og ein miðlingastova. Á stovninum starvast 18 dugnalig, eldhugað, nærløgd, fjølbroytt og stuttlig starvsfólk, ið gleða seg at fáa teg í starvsfólkahópin.

Dagstovnurin liggur á Kambsdali, ið er ein sonn náttúruperla, ið setur stóran dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandura, har áhugamálini og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.

Á stovninum arbeiða vit m.a. við ”Betri vinir”, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Harafturat leggja vit stóran dent á motoriska sansastimbran og hava vit starvsfólk við viðkomandi útbúgvingum og royndum innan øki.

Søkt verður eftir:

 

  • Føstum avloysara, ið kann arbeiða sjálvstøðugt, er ja-ligur, er ígongdsetandi, dugir at samstarva, taka ábyrgd, og dugir at seta sær mál, eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.
  • Føstum avloysara, at starvast 35 tímar um vikuna. Tó kann tímatalið tillagast eftir ynski frá umsøkjara. Starvið er ætlað námsfrøðingi, og verður sett skjótast gjørligt. Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

 

Uppgávan hjá fasta avloysaranum er, at røkja fjølbroyttar arbeiðsuppgávur og kemur viðkomandi at starvast í ávíkavist vøggu-, miðlinga- og barnagarðsstovunum í samband við fráveru hjá starvsfólkum vegna feriu, sjúku og annað líknandi. Leiðslan leggur arbeiðsætlanina til rættis. Tó er týdningarmikið at megna broytingar við stuttum skotbráið.

Setanarviðurskifti:
Starvið, ætlað námsfrøðingi, verður sett skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag millum kl. 07.15 – 17.00. Eftir áheitan frá leiðsluni kann fundarvirksemi eftir arbeiðstíð koma fyri.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Lønarflokkur 2 - 8 fyri hjálparfólk og 11 – 24 fyri námsfrøðingar. Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Fuglafjarðar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn:
Skrivlig umsókn saman við prógvi, møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi: Mikudagin 3. apríl 2024 kl. 12.00

 

Fuglafjarðar kommuna
Í støð 5
530 Fuglafjørður
Ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo

Meira fæst at vita um starvið og um stovnin við at venda sær til Annu Joensen, leiðara á tlf. 238041 ella stropin@fuglafjordur.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið