
Lýsing
Søkt verður eftir fíggjarleiðara til Vinnuháskúlan. Fíggjarleiðarin skal vera við til at tryggja eina skynsama og effektiva fíggjarstýring av skúlanum, og starvið er bæði áhugavert og avbjóðandi.
Uppgávurnar eru fjøltáttaðar og fevna m.a. um at:
- Leggja fíggjarætlan
- Umsita lønir og gera lønarframrokningar
- Skipa avgreiðslu av lønum og setanarbrøvum
- Ráðgeva í sáttmálaviðurskiftum
- Tryggja hóskandi mannagongdir innan fíggjarøkið
- Standa fyri bókhaldinum og skipa arbeiðið
- Skipa og greina hagtøl fyri maritimu útbúgvingarnar
Vit vænta at tú hevur:
- Hægri útbúgving og royndir innan búskap og fíggjarstýring
- Góð samstarvsevni
- Góð evni at samskifta
- Dugir/dámar at arbeiða sjálvstøðugt
Harumframt er tað ein fyrimunur (ikki eitt krav), um tú hevur kunnleika til Búskaparskipan Landsins, maritimu vinnuna og útbúgvingarøkið.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fíggjarleiðarin vísir beinleiðis til stjóran. Starvið verður sett frá 1. oktober 2022 ella eftir nærri avtalu. Viðkomandi, ið verður sett/ur, má tola broytingar í starvinum.
Umsóknir
Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Símun Poulsen, stjóra, á teldupostadressu simun@vh.fo ella á telefon 51 72 20.
Skúlin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella ikki at seta nakran av umsøkjarunum í starv.
UM VINNUHÁSKÚLAN
Vinnuháskúlin bjóðar góðar og breiðar útbúgvingar, ið kunnu brúkast bæði á sjógvi og landi. Vinnuháskúlin fevnir um navigatiónsskúla, maskinmeistaraskúla og trygdardepil. Føroyingar hava altíð verið eitt siglandi fólk, og tí eru maritimu útbúgvingarnar eisini millum elstu útbúgvingar í Føroyum. Á skúlanum starvast uml. 50 starvsfólk. Skúlin er útgjørdur við nýggjastu tøkni til at stimbra og fjøltátta frálæruna. Les meira á heimasíðu skúlans www.vh.fo