Lýsing
Dámar tær tøl, dátur og greiningar, og kundi tú hugsað tær at vera partur av eini fyritøku við góðum trivnaði, fakligum frælsi og ávirkan?
So er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Um starvið
Tú fært eitt fjølbroytt og ábyrgdarfult starv, har tú m.a. kemur at arbeiða við:
- Innan- og uttanhýsis fíggjarrapporteringum
- Røkt, skráseting og eftirlit av keypi og sølu av virðisbrøvum
- Uppgerð av íløguavkasti, skaðatiltøkum og krøvum hjá endurtryggjarum
- Uppgerð av solvens
- Fíggjargreiningum og fráboðanum til leiðslu og myndugleikar
- Rapporteringum til nevnd
Vit vænta, at tú:
- Hevur viðkomandi útbúgving (HD, HA, Cand.merc ella líknandi)
- Hevur góðan førleika innan KT-amboð til fíggjar- og dátugreining
- Hevur áhuga og dugnaskap til at arbeiða við greiningum og dátum
- Dugir væl at orða teg bæði munnliga og skrivliga
- Arbeiðir sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og trívist við toymisarbeiði
- Ert góð/ur at skipa tína tíð og halda freistir
Tú kanst vænta:
- Eitt gott og avbjóðandi starv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri førleikamenning
- Partvís møguleika fyri at byggja starvið upp og mynda tað frameftir
- Dugnaligar starvsfelagar og eitt umhvørvi, har vit eru fryntlig, hjálpsom, rúmlig og geva rúm fyri skemti í gerandisdegnum
- Starvsstað á Kongabrúnni við góðari kantinu og atgongd til fitnesshøli
- Starvið verður sett skjótast til ber ella tá rætti umsøkjarin er funnin
Um Fíggjardeildina
Fíggjardeildin hjá Betri Trygging hevur ábyrgd av m.a. dagliga bókhaldinum, roknskapargerð, fíggjargreiningum og fráboðanum til myndugleikar.
Á deildini starvast 6 dugnalig og roynd starvsfólk saman við fíggjarstjóranum. Vit leggja dent á gott samstarv, fakliga menning og dygdargóð úrslit.
Samband
Hevur lýsingin av starvinum fangað tín áhuga, send okkum tína umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til:
Umsóknarfreist: 22. juni kl. 12.00
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við:
- Heina Joensen, fíggjarstjóra – tlf. 548 577
- Rannvá Justinussen, HR-leiðara – tlf. 548 575
Vit gleða okkum at frætta frá tær.
Um Betri Trygging
Høvuðssætið hjá Betri Trygging er á Kongabrúnni í Havn, og hartil eru smærri deildir kring landið. Vit telja umleið 100 starvsfólk, hvør við sínum serkunnleika.
Vit virða fakligheit, trivnað og menning – og eisini tað góða lagið. Vit eru partur av Betrisamtakinum.
Les meira um okkum:
- Heimasíða: www.betri.fo/trygging
- Facebook: Betri Trygging
- Instagram: @betritrygging
Lýsingin kann síggjast her:
https://www.betri.fo/fo/trygging/um-okkum/leys-stoerv/figgjarradgevi